– Áðrenn eg veit av er tíðin flogin avstað

Marjun í Lambanum hevur verið á “kreakursus” á bíbliuháskúlanum í Børkop.

Seinastu mongu árini hevur verið fastur táttur á bíbliuháskúlanum, at í viku 26 er “kreakursus” á skránni. Eitt skeið, har kreativitetur setur dagsskránna. Í ár var tó óvist um skeiðið fór at verða orsaka av korona-farsóttini. Ein av teimum, ið spent bíðaði, var Marjun í Lambanum úr Fuglafirði.

– Eg havi leingi hugsað at tað hevði verið upplagt, um eg kundi farið á eitt skeið, sum var samansett av bíbliuundirvísing og máling. Eg sá síðani eina lýsing fyri skeiðnum á Facebook. Ein av undirvísarunum var Benjamin Abana. Eg havi fylgt við honum í “Danmarks bedste portrætmaler”, og eg var sera hugtikin av honum.

Eg meldaði meg til skeiðið, men væntaði ikki at tað fór at eydnast orsaka av koronakreppuni. Í síðstu løtu lótu mynduleikarnir landamørkini uppaftur, og eg fór við einum av teimum fyrstu flogførunum til Danmarkar, greiðir Marjun frá.

LES EISINI  Eg máli afturvið lovsangi...

Hon hevur fingið sítt egna arbeiðsøki í høllini á háskúlanum í Børkop, har hon hugsavnar seg um ein málning av einum føroyskum listafólki. Vanliga verður høllin ikki brúkt sum verkstaður tá skeiðið er á skránni, men í ár var hetta neyðugt fyri at lúka krøvini um frástøðu.

Marjun stendur í einum bólki saman við øðrum, ið eisini hava áhugað fyri máling. Benjamin Abana gongur stillisliga runt og gevur luttakarunum góð ráð.

-Hetta er fyrstu ferð, at eg máli andlitsmyndir og bíbilsk motivir. Tað hevur givið mær rættiliga nógv, so tað fari eg eisini at hugsavna meg um tá eg komi heim til Føroya aftur, sigur Marjun.

Marjun hevur serliga málað føroyskar náttúrumyndir.

– Eg arbeiði nógv við ljósinum í einum málningi, tí eg havi tað øgiliga gott í ljósið, greiðir Marjun frá, sum eisini heldur at tað er spennandi at arbeiða við skuggum og at úttrykkja seg í litum.

Marjun hevur málað nógv seinastu tvey árini og hevur havt fleiri framsýningar.

LES EISINI  List, vitnisburður og nærvera í Gallarí Bibelland

-Hetta er eitt frítíðarítriv, sum er farið at fylla øgiliga nógv. Eg havi ikki hugsað so nógv um hvat eg fái burturúr tí. Tað er, sum um, tað er í hondunum, og áðrenn eg veit av, so er tíðin flogin avstað, sigur Marjun at enda.

Kelda: indremission.dk/impulsonline

 

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina