Ættir skifta

Beinta Klein

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Landniringur er sera ring ætt á Sandi. Serliga um várið og summarið merkist hendan ættin. Tá alt stendur so vakurt í havanum, so kemur landniringsvindurin oman av Traðarhamri. Tá er stormur á Sandi. Í vár hevur landniringurin vart leingi.

Ættin skiftir einaferð! Hetta fær meg, at hugsa um meg sum menniskja. Hvussu eri eg? Eri eg støðuføst, ella skifti eg, sum vindurin skiftir ætt? Eg ynski at vera álítandi og at gera tað, sum onnur vænta av mær. Tað er so nógv, sum eg vildi gjørt. Ofta kundi eg ynskt, at eg ikki hevði brúk fyri svøvni og ikki møddist. Men menniskjan er avmarkað, vit kunnu ikki klára alt. Um vit ikki ansa eftir okkum sjálvum, ja, so gerðast vit strongd og vera soleiðis noydd at hava ein steðg. Tað er mark fyri, hvat vit klára. Vit vita øll, at strongd er ein stórur trupulleiki í dagsins samfelagi. Ofta vera fólk strongd, tí at krøvini eru ov stór, og viljin til at klára alt er har, men vit klára ikki alt.

LES EISINI  Menn í kjóla 7: Ja, glaður, hvør til dagsverk fer

Tað er sum vindurin fer avstað við okkum, og vit ikki klára at fóta okkum. Tá tað leikar á, er gott at vit kunnu koma til Gud. Mark 4,41 sigur: Og teir óttaðust stórliga og søgdu hvør við annan: «Hvør er tá hesin, at bæði vindur og vatn eru honum lýðin?” Gud er mentur, hann er mentur at steðga vindinum, og hann er eisini mentur at hjálpa tí hjálparleysa úr storminum. Hetta sigur Jesus sjálvur í Matt.11,28: Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu.

Landniringurin er sera ringur á Sandi. Í gjár fór eg ørindir til Havnar við dótturini. Tá vit skuldu fara í bilin, so máttu vit neyðhalda bilhurðini, so vindurin ikki fór avstað við henni. Meðan vit bíða á keiðini í Skopun, síggja vit góða veðrið har. Púra stilt. Í Havn var eisini stilt og summarsligt. Vit endaðu túrin í Vágsbotni. Har sótu vit uttanfyri eina kaffistovu og hugnaðu okkum í sólini. Síðani gekk leiðin suður aftur til vindin á Sandi. Sama ætt rakar so ymiskt.

LES EISINI  Arbeiða dag og nátt

Hetta síggja vit eisini við lívsins stormi. Vit liva øll her, men tað sýnist, sum stormurin rakar so ymiskt. Summi ganga í sólini og hugna sær, meðan onnur mugu neyðhalda sær, so stormurin ikki tekur tey. Eisini her vil Gud hjálpa okkum ígjøgnum stormin. Ikki altíð, sum vit hugsaðu tað, men hann er hjá okkum og hjálpir okkum, so vit aftur kunnu fáa styrki frá honum. Gud er mentur! Í Jesaja 40 lesa vit at Gud møðist ikki og í versi 29 stendur: Hann gevur hinum maktaða megi og hinum máttleysa mikla styrki.

Vit, sum búgva á Sandi, gleða okkum til ættin skiftir. Vit hava eina vón um at summarið eisini kemur til okkara. Her er so gott at vera tá stilli er, og sólin skínur. Tá gloyma vit landniringsstormin. 

Í gjøgnum alla Bíbliuna síggja vit at Gud er kletturin, sum vit kunnu líta á. T.d. í sálmi 62,7 Eina hann er mín hjálp og æra mín, mín fasti klettur, mín vernd er Guð. Hann er kletturin, sum heldur ímóti øllum stormi. Ígjøgnum strongd, sjúku og alla mótgongd. Saman við honum kunnu vit gleðast í logn og sólskini.

LES EISINI  Reidar úr Ålesund – ein forbiðjari

Eg gleði meg til ættin skiftir og til vit kunnu njóta sólina.