Aftur í ár jólaaftanshald í KFUK

Fyri tey, ið sita einsamøll ella hava brúk fyri onkrum at vera saman við jólaaftan, skipar KFUK í Havn aftur í ár fyri jólaaftanshaldi. Hesin siður hevur mong ár á baki, og vanliga eru um 20 fólk, ið vilja vera við.

Tað er Louisa Niclasen, skrivari í KFUK, sum leggur tiltakið til rættis, og hon fær góða hjálp frá manninum og øðrum:

– Í ár hava onnur eisini bjóðað seg fram at hjálpa til, so tað er so hugaligt at skipa fyri. Dyrnar verða latnar upp klokkan 16.30, og eina løtu áðrenn klokkan 18 koyra vit út eftir teimum síðstu her í Havn, ið ikki eru so løtt á fótum, sigur Louisa.

Tey fáa sjálvandi ein góðan jóladøgurða, nakrir jólasálmar verða sungnir, og jólaevangeliið verður lisið. Høvi verður at dansa um jólatræið, um fólk hava hug til tað, og øll fáa pakka.

– Teir løgmenn, ið hava búð í Havn, hava vanliga stokkið inn á gólvið at heilsa uppá, men nú fáa vit at síggja, hvussu verður í ár, sigur Louisa.

LES EISINI  Hugnaløta verið í KFUK í Havn

Tiltakið er ókeypis, tí felagsskapurin KFUK og aðrir stuðlar syrgja fyri tí. Seinasta freist at tekna seg er næsta fríggjadag (20. desember) við at ringja til Louisu á telefon 211824.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina