Aksel Jacobsen í Havn 100 ár

Í dag, 18. mai 2023 fyllir havnamaðurin Aksel Jacobsen 100 ár.
Aksel varð føddur 18. mai 1923 á Dalavegnum í Havn. Har vaks hann upp saman við sínum fýra systkjum. Í barnaheiminum komu hann og beiggin Edmund at búgva. Har hevur Aksel búð til fyri umleið fýra árum síðani. Tá fór heilsan at bila og hann flutti á Ellisheimið við  V. U. Hammersheimbsgøtu.

Aksel og systkini vuksu upp í gerðinum, sum abbin hevði lagt inn. Tað lá líkasum uttanfyri býin har náttúran og kríatúrini høvdu stóran týdning. Alskin til kríatúr, og serliga seyðin, hevur Aksel havt alt lívið. Hann røktaði í mong ár, og nógvir eru tímarnir á fjøllunum, saman við hundunum, hann hevur havt.
Eftir loknan barnaskúla fór hann út á arbeiðsmarknaðin. Hann fór ungur í læru sum skómakari og arbeiddi sum tað í mong ár. Síðani arbeiddi hann hjá Tórshavnar Kommunu, til pensjónsaldurin. Sigast kann, at hann var ein býarmynd og var kendur av mongum.

Umvendur

Kristiliga barnalærdómin fingu systkini inn við móðurmjólkini. Kirkjugongd, saman við foreldrunum, var fastur táttur sunnu- og halgidagar. Tað var ein góð barlast í lívinum.
Í ungdómsárunum og fyrstu mandómsárini hevði kristna trúgvin ikki so nógv at siga, sum hon seinni fekk, hóast hann kom til gudstænastir.
Síðst í tjúguársaldrinum kendi hann seg kallaðan av Gudi. Ólýdni og mannaótti hildu honum frá at yvirgeva seg til Jesus og kallið viknaði burtur. Hann gjørdist kortini ikki púra líkasælur, tí hann treivst ikki í syndiga lívinum, men kendi heldur ikki Guds náði.
Í fleiri ár gekk hann eina andaliga oyðimarkargongd, tí hann hevði hvørki frið í heiminum ella frið við Gud.
Gud kallaði aftur, tá hann var um 30 árs aldur, og tá yvirgav Aksel seg til Guds, og byrjaði at vitna um Jesus, frelsara sín. Og tað hevur hann gjørt síðani.
Tað hendi gjøgnum møtir hjá Heimamissiónini og eftir tað, kom kirkjan, Meinigheitshúsið og Heimamissiónin at vera hansara andaliga heim. Lív hansara broyttist og bíblian gjørdist bókin hann las og elskaði fram um aðrar bøkur. Hann hevur onkuntíð greitt frá, at tað gekk smátt við lesingini, til hann byrjaði at lesa bíbliuna. Hann lærdi nærum at lesa við at lesa bíbliuna enda í enda.

Minniligur túrur

Aksel var bara ein túr til skips, og hann gjørdist minniligur. Í 1963 fór Blikur, hjá Skipafelag Føroya, til Grønlands við salti, útróðrarbátum og aðrari útgerð til mennirnar, sum róðu út í Grønlandi. Aksel fór við, sum ferðamaður, og skuldi bara uppliva túrin, og síggja umstøðurnar hjá útróðrarmonnunum í Grønlandi. Tað vildi so illa til, at Blikur sakk í Julianihåbsvíkini ávegis til Eggersø í Suðurgrønlandi. Tað var ísur og hol kom á skipið, sum sakk. Øll 40 umborð vóru bjargaði.

Trúfastur

Aksel er ein kendur og avhildin maður bæði millum ung og eldri innanfyri arbeiðið í Meinigheitshúsinum og annars í Heimamissiónsarbeiðinum um landið. Stórur, harmæltur, tíðiligur og við sínum hvassa eygnabrá, hevur hann vitnað um Jesus um meginpartin av landinum. Ja, hann kundi vera so mikið ivrigur, at børn og bangnar sálir ræddust hann, tá hann gekk aftur og framm eftir gólvinum og vitnaði um Jesus, viðhvørt við báðum ørmum upp um høvd. Hann brendi fyri boðskapin um Jesus og vildi, at øll skuldu verða frelst. Hann hevði hirðaumsorgan fyri hvørjum menniskja.
Aksel hevði “møtiskildu” tá Guds fólk savnaðist í kirkju ella í Meinigheitshúsinum. Hann møtti trúfast til gudstænastur, bønarmøtir, bíbliutímar og møtir. Tað var ikki eina súra pligt, men var eina stimbrandi kærleiksuppliving, tí hann elskaði Gud, Guds orð og Guds fólk.
Hann hjálpti eisini væl til við dreingjafundunum, sum Jóhennes Álvhegg, hevði í fleiri ár í KFUM.

Elskaði ungdómin

Aksel elskaði eisini ungdómin. Hóast hann var ógiftur og ikki átti børn, so elskaði hann at vera saman við ungum á ungdómsmøtum í Meinigheitshúsinum. Hann lurtaði, bað og vísti sanna kristiliga umsorgan fyri teimum ungu. Eisini tók hann hond í við ymiskum, so sum við uppvaskinum. Hann var og er ein sonn kristin fyrimynd.
Tað prógva eisini hesi bæði dømini her skulu nevnast.
Ein ungur kórleiðari, sum við kóri sínum hevði sungið bæði hart og á enskum á einum møti har Aksel var við; upplivdi, at aftaná møtið kom Aksel og takkaði fyri og segði:
“Eg skilti ikki eitt orð, men eg sá tit vóru glað!”
Hitt dømið var ein ungur drongur, sum við langum hári og rusasliga ílátin, sambært mammuni, stóð og bjóðaði vælkomin til eitt møtið í einum missiónshúsið. Mamman, sum nærum skammaðist við útsjóndina hjá sonumum, hoyrdi Aksel vinarliga siga, tá sonurin bjóðaði honum vælkomnum á møtið: “Takk fyri. Sum tað er hugaligt at verða bjóðaður vælkomin til møti av einum ungum drongi!”

Ein bønarmaður

Aksel hevur verið og er framvegis ein bønarmaður. Vit, sum hava upplivað hann nærum “burturriktan” í bønini, hava gjøgnum hann merkt nakað av Guds nærveru og dýrd. Hann var tíðiliga merktur av Jesusi, tí hann nýtti nógva tíð saman við honum.
Aksel hevur verið ein nøgdur, glaður og góðhýraður (humoristiskur) maður. Hann hevur mangan flent eftir sær sjálvum og sæð tað komiska í mongum hendingum.
Gestablíður hevur hann verið, tá fólk komu á gátt á Dalavegnum og væl hevur hann stuðlað kristiliga arbeiðinum.

Takk

Takk Aksel! Vit eru mong, sum takka Gudi fyri teg og tað vitnið, tú hevur verið fyri mong.
Tú vart trúgvur og virkin í trúðarinnar góða stríði, so leingi orkan var til tað. Nú likamsmátturin er lítil, eru kortini hendurnar, sinnið og hjartað vent til Guds í bøn. Mong eru tey, tú gjøgnum árini hevur nevnt inn fyri Guds ásjón í bøn. Takk, at eisini eg teljist teirra millum.
Egna vegna og vegna Kirkjuligu Heimamissiónina, verður tær ynskt hjartaliga til lukku við teimum 100 árunum, og hjartans tøkk fyri stóru og drúgvu tænastuna í Guds ríkis arbeiði.
Nú teir mongu dagarnir eru farnir afturum, nærkast dagurin av álvara, tá tú kanst siga við Paulusi: Eg havi strítt hitt góða stríðið, havi fullrunnið skeiðið, havi varðveitt trúnna. Og nú liggur rættlætiskransurin goymdur til mín, sum Harrin skal geva mær á hinum degi, hann hin rættvísi dómarin, og ikki mær eina, men eisini øllum teimum, sum hava elskað opinbering hansara. 2. Tim. 4, 7-8
Guds frið og hvíld yvir lívskvøldið!

Føðingardagurin verður hildin í Meinigheitshúsinum í Havn frá kl.15 -18.

Torleif Johannesen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina