Hvørki einsamallur ella arbeiðsleysur
-Eg liggi hvørki einsamallur ella arbeiðsleysur, hóast eg liggi í songini og eri einsamallur her á kamarinum!
Tað segði 96 ára gamli, Aksel Jacobsen, í Havn, tá eg vitjaði hann á Ellisheiminum 21. januar.
Fólk, sum ikki kenna Aksel og frætta hetta, hugsa skjótt, at maðurin er í ørviti ella reypar.
Vit, sum kenna hann, vita, hvat hann meinar við.
Nei, hann var hvørki í ørviti ella reypaði, men segði einfalt tað, hann hevði upplivað og gjørt gjøgnum mong, mong ár.
-Eg eri ikki einsamallur!
Við tí meinti hann, at Jesus var hjá honum, óansæð, hvar hann var, og hvussu hann hevði tað.
-Eg eri ikki arbeiðsleysur-!
Við tí meinti hann, at hann bað fyri sær, sínum og teimum, Gud hevði lagt honum á hjartað. Tí hevði hann nóg mikið at gera, hóast hann tað mesta av degnum sat í einum stóli ella lá í songini.
Hann hevði ilt í øðrum beininum tað kvøldið, men segði:
-Jesus tekur ikki altíð pínuna frá mær, men eg liggi kortini í Guds hond!
Ja, Guds hond er stór, sterk og fer varisliga og vinarliga við teimum, sum leggja seg í hana.
-Eg biði fyri øllum og fyri sjófólkunum-!
Tað vóru nøkur av síðstu orðunum, hann segði við meg eftir andaktina og bønarløtuna, vit høvdu saman.
Tann, sum trýr á Jesus, er ongantíð einsamallur og ongantíð arbeiðsleysur – heldur ikki á ellisárum.
“Tí at vit eru verk hansara, skapaðir í Kristi Jesusi til góðar gerningar, sum Gud frammanundan hevur skipað fyri, at vit skulu leggja okkum eina við teimum.- Ef 2.10
Takk, Jesus, eisini fyri forbiðararnar!