Allahalgannahald á Vinnuháskúlanum 1. november

Føroyska sjómansmissiónin hevur í ára tíggju skipað fyri “Minningarhaldi teirra sjólátnu” allahalgannadag, 1. november. Soleiðis verður eisini í ár.

Eins og undanfarin ár, verður minningarhaldið á Vinnuháskúlanum, Nóatún, 2. í Havn, mánadagin 1. november kl.14.00.

Við tað, at løgmaður og varaløgmaður eru burturstaddir, verður tað Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, sum talar og leggur kransin í Viðarlundini.

Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, hevur andaktina og bøn og signing í Viðarlundini.

Øll eru vælkomin til løtuna!

LES EISINI  Poddvarp: Hin stóri hvíti skarin
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina