Allir menn eru vælkomnir

-Týsmorgun kl.09.30 eru fleiri borð dekkað í kjallaranum í Emmaus í Klaksvík; tí tá er morgundrekka fyri menn. Á skránni er eisini hugni, prát, sangur og andakt. Vit hava fleiri tónleikarar, sum spæla undir til felagssangin og sum vanliga spæla okkurt kent lag til endans, uttan at menninir syngja við. Tað sigur Jákup Olsen, sum er annar av fyrireikarunum. 

-Vit byrjaðu í 2016 og fyrstu tíðina vóru vit umleið 10 mans. Síðani eru fleiri komnir afturat, so vit nú eru umleið 20. Tað er hugnaligt og hugaligt, at tað koma fleiri og fleiri.  
Tað sigur Hjørleif Poulsen, sum er hin fyriskiparin. 

-Tað eru mest eldri menn, sum savnast. Onkur yngri er eisini við og so nakrir sjómenn, sum koma, tá teir eru heima. So hetta er eitt gott blandakór, sigur Jákup smílandi. 

-Jákup og eg hava ábyrgd fyri drekkanum og skiftast um at hava andaktina. Vit baka ikki, men keypa okkum breyð og annað gott til drekkamunnin. Vit vaska upp, og rudda eftir okkum, og tað duga vit eisini. Tá konurnar ikki sleppa við, ja, so er alt arbeiðið okkara. sigur Hjørleif. 

LES EISINI  Gamalt gull: Hin trúgvandi - Ljós og Salt

-Vit hjálpast at við uppvaskinum, og ofta steðgar onkur av luttakarunum og hjálpir til við at turka av. Menninir sita umleið ein tíma, og tá er vanliga skráin liðug. Allir menn eru vælkomnir, og vit savnast hvønn týsmorgun, burtursæð frá summarfrítíðini. sigur Jákup Olsen. 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina