Alsamt fleiri limir í fólkakirkjuni

Á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya ber ein tíðindastubbi 18. mai 2023 yvirskriftina: “Alsamt færri limir í fólkakirkjuni.” Yvirskriftin er ikki í trá við veruleikan.

Áhugavert er at fylgja heimasíðuni hjá Hagstovu Føroya, tí hagtøl eru fakta. Men týðandi er at greina orsøkina og meta um fylgjurnar av gongdini.

Rætt er tað, at limir fólkakirkjunar í prosentum lækka í mun til fólkatalið. Tað sigur seg sjálvt, tá ið talið av tilflytarum úr londum uttanfyri Norðurlond økist.

Talið á flóttum, ið komu til Føroyar í fjør er umleið 0,4% av fólkatalinum í Føroyum. Jú fleiri tilflytarar úr londum uttanfyri Norðurlond, samsvarandi lækkar limaskarin í fólkakirkjuni í prosentum. Tað eigur tó ikki at tulkast sum, at limatalið í føroysku fólkakirkjuni er støðugt minkandi.

Limatalið minkaði nakað í fjør, har bæði føðingar, deyðstíttleiki, fráflyting og tilflyting hava ávirkan. Men samlaða talið fyri tíðarskeiðið 2001 og hagartil í 2023 vísir eina øking á knapt 3000 limir í fólkakirkjuni. 
 
Hagtølini vísa sostatt, at í mun til økta fólkatalið í landinum minkar prosent talið, í meðan samlaða limatalið í fólkakirkjuni farin ár er økt.

Kelda:kirkja.fo