Alt hevur sína tíð

Alt hevur sína tíð og alt undir himni hevur sína tíð… at gráta hevur sína tíð, og at læa hevur sína tíð.

Præd 3,4

Hvør munur er á menniskjum og djórum? Nærmasta svarið man vera: vit kunnu práta, tað kunnu djórini ikki. Sama er galdandi, tá ein grætur ella lær. Hesi bæði mugu eins og prátið vera partur av gudsmyndini, vit eru skapt eftir. Var Jesus bróðir okkara, Guds sanna mynd, sum Hebrearabrævið nevnir hann, har sagt verður, at Jesus græt tvær reisur, men at hann ongantíð brosaði ella læið. Tað stendur fleirstaðni í Gamla Testamenti. “Reisast heimsins kongar, og høvdingar ganga saman í ráð mót Harranum og hinum salvaða hans (Kristusi), tá hendir tað: “hann sum í himni situr, brosar.” (Sálm 2,4)

Sanniliga knýtir tað okkum saman, tá ið vit hitta menniskju, ið bera sorg yvir tí sama, sum vit, og læa at tí sama sum vit.

“Gleðist við glaðum og grátið við grátandi!” (Róm 12,15). Undarligt, tó er tað seinasta nógv lættari enn hitt fyrra. Tú fært, uttan at vita av tí, samkenslu saman við sorgtyngdum. Glað menniskju harímóti kunna virka ótolandi. Hugsa um eldra bróðurin í líknilsinum um burturfarna sonin; ella ta ferðina, Jesus gleddist um at sita saman við tollarum og syndarum.

LES EISINI  Hvítusunna: Andakt til tey gomlu

Mótstøðan móti Gudi og orði hansara, er nógv vaksin í okkara tíð. Fíggindar Guds rópa upp heilt annaðleiðis og eiga stóra rúmd í fjølmiðlunum. Vit suffa viðhvørt við tárum um tey, sum eru børn og okkara ungdóm, ið skulu vaksa upp í einum avkristnaðum landi. Hugsa tær at veri har, ið Gud brosar!

“Hvør fíggindi skal ótøkk fá,
hvørt orð, várs Gud skal standa,
tí Harrin gongur okkum hjá,
við hjálp og halgum anda.
Og taka teir várt lív,
fæ, frælsi, barn og vív.
Í Guds frið, hvussu fer,
tað teimum gagn ei ger,
Guds ríki okkum ognast.”                 

Slb. 255,4

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.
Henry Debes Joensen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina