Alt Markusevangeliið upplisið í Fríðrikskirkjuni mikukvøldið
Í annaðkvøld klokkan 19 verður eitt øðrvísi tiltak í Fríðrikskirkjuni á Toftum. Tá fara ein kvinna og ein maður at lesa allar 16 kapittlarnar í Evangeliinum eftir Markus upp. Vit hava spurt Ova Brim, sóknarprest, um endamálið við tiltakinum.
– Ofta fara vit í dýpdina við einum bíbliuteksti og útleggja hann, har vit nýta nógv av okkara egnu orðum, tí vit bera tað fram, sum vit fáa burturúr. Og tað er alt gott. Men vit hava eisini tørv á at síggja ta stóru heildina, síggja samanhangin sum teir ymsu tekstirnir eru skrivaðir í, sigur Ovi.
Ovi vísir á, at hetta gjørdu tey eisini í bíbilskari tíð. Eitt nú Móses, Jósva, Jósia og Esra í Gamla testamenti lósu upp úr lógini, tá Guds fólk skuldi vegleiðast. Og í Nýggja testamenti áminnir Paulus sín góða vin Timoteus um tað sama, tá hann skal skipa kirkjuliðið og virksemið í tí: “Legg tær, inntil eg komi, eina við upplestrinum, áminningini, læruni!” (1 Tim 4,13)
– Tí skipa vit fyri hesi løtuni, har vit lesa eina heila bók í Bíbliuni í einum. Vit hava valt Markusevangeliið, tí tað er tað stytsta evangeliið. Eingin sigur, at áhoyrararnir fáa alt við, tí tað er rúgvismikið, men kanska fær onkur okkurt serligt burturúr tveimum ella trimum kapittlum, sum hann/hon ikki hevur givið sær far um fyrr. Hetta er eitt høvi at stuðla hvør øðrum í at lesa í Bíbliuni, tí tað er avbjóðandi fyri tey flestu av okkum, sigur Ovi.
Kvøldið verður skipað soleiðis, at fyrst verða átta kapittlar lisnir, og síðani verður ein steðgur við einum drekkamunni. Síðani verða teir seinnu átta kapittlarnir lisnir.
– Vit hava heitt á tvey fólk, eina kvinnu og ein mann, um at lesa alt Markusevangeliið í summar og veruliga tilogna sær tað, so at tey kunnu bera tað fram, soleiðis sum tey skilja tað. Og tað er skilagott, at fólk hava bíbliu við, sigur Ovi.
Øll eru vælkomin til hetta tiltakið, sigur Ovi at enda og leggur afturat, at vónandi kann verða skipað fyri slíkum tiltaki einar tvær-tríggjar ferðir um árið.