Amazing Graze 250 ár

Við ársskiftið vóru 250 ár liðin, síðan heimsins mest kendi sálmur, Amazing Graze, sá dagsins ljós. Amazing Graze varð skrivaður í 1772/73 av einum áður kendum skipara, umborð á skipi sínum, ið førdi trælir.

Hóast 250 ár eru liðin, síðan fyrstu útgávuna av hesum sálmi, er hann ”ein hin best umtókti sálmur av øllum, sigur kristna miðstøðin Christianity Today.”    

Sálmurin varð skrivaður av anglikanska prædikumanninum, John Newton, í desembermánað 1772. Sambært Newton serfrøðinginum, Steve Turner, var hann á fyrsta sinni gjørdur kendur 1. januar 1773. Alt síðan tá, er hann sungin av kendum monnum, eitt nú, Barack Obama.     

Sálmurin lýsir Guds náði sum Newton sum syndari, upplivdi hana. Orðið, Amazing, merkir undrunarvert, ella ótrúlig, óuppiborin náði. Upprunalagið til sálmin er ikki varðveitt. Upprunaliga varð sálmurin sungin á einum øðrum lagi, enn tað, vit í dag kenna. Hetta lagið verður ikki longur nýtt. Ístaðin verður sungin við lagi úr amerikonsku sálmabókini, ”The Southern Harmony.”  

Trælasøla

Áðrenn hann varð prestur, var Newton virkin trælasølumaður, ið baksaðist við at fáa trælir frá vesturstrond Afrika førdar til Amerika, skrivar Evangelische Zeitung.

LES EISINI  Sangur við Skálafjarðarbólki

Newton varð umvendur í 1748, tá hann, sum 22 ára gamal á heimferðini úr Afrika kom í eitt eitt herviligt ódnarveður. Newton bað til Guds og lovaði at geva sítt lív til hansara. Skipið fekk dyggan smeit av hesum og mundi gingið burtur.  Nakrir menn doyðu á ferðini; men hann varð bjargaður og var tryggur í Guds hondum. Hann hevði givið seg í Harrans hendur. Tær bjargaði honum, og hann gjørdist eitt trúgvandi menniskja. Tó var hann ikki alvísur og ivingasamur um sína kristnitrúgv og av heilsuávum ikki longur kundi sigla. Hann varð síðani prestur í Olney              

Er sálmurin ein bøn um fyrigeving?

Mong hugsa, at Amazing Graze er ein bøn um fyrigeving fyri at hava siglt við trælaførningi. Men tað er ikki satt. Ikki fyrr enn 15 ár eftir at sálmurin varð skrivaður, kom Newton við eini umbering viðvíkjandi trælaførningi og trælasølu.

 Sálmurin sigst verða sungin á fyrsta sinni 1. januar 1773, og gjørdist síðan føst siðvenja at verða sungin við gudstænastuna nýggjársdag til tess at endurspegla fortíð og framtíð. Newton, prestur, ynskti at sálmurin skuldi lýsa nakað av tí, prædikan snúði seg um. Har hann nýtti at siga frá um havódnina í 1748, og lívinum saman við Kristi.

LES EISINI  Borgfríð sang á Skála

Tað var tíðliga í 1788, at Newton gav út ein bókling, hann nevndi – ”Tankar um afrikanska trælasølu ”. (Thoughts Upon the African Slave Trade). Fyrst í bóklinginum biður hann um umbering og lýsir tað, hann hevur verið vitni til í tíðini sum trælasølumaður.           

Sean Lang, doktari, lektor í søgu, á Anglian Ruskin University, sigur til BBC í Bretlandi, at Newton er ein ógvuliga týdningarmikil kelda at hava fingið trælasøluna beinda av vegnum og peikar á tað menniskjansligu spurningarnir av trælasølu. 

Kirkjur høvdu eina týdninarmikla uppgávu at fáa folk at síggja tað, ið var beint framman stavn, og at lata eygu teirra síggja hetta, sigur Sean Lang: “Fólk vistu, um hesa sorgarsøgu. Mong hildu veruliga, at hetta, ið gjørt varð, var at hjálpa afrikabúgvum. Tað gingu mong ár at broyta teirra hugsan og fáa annað sjónarmið.        

Men í 1807 kom bretska trælasølulógin, ið forbeyð trælasølu í bretska samveldinum. 

LES EISINI  Syngið við

Fáir aðrir sálmar við slíkum innihaldi 

Men Amazing Graze var so statt ikki ein beinleiðis uppgerð við trælasøluna.

Martin Clark, doktari, og tónleikaleiðari við ”Open University”, sigur við BBC, at týðiligar hugsanir um náði, vón og loysn, er beinleiðis tað, ið talar nógv til menniskjað eins og amerikanska lagið og kann undirstrika orðini, søgd verða.

Aldargamla tónalagið kom út í USA tíðliga í 19. øld og er av álvara vorðið væl umtókt. Og í Stórabretlandi seinastu 50-60 árini. Í dag samangreipað.

Seinastu 250 árini er Amazing Graze vorðin ein alheims lovsálmur, ið hugtekur óteljandi stjørnur, Frá Elvis Presley til Arethu Franklin og Andrea Bocelli.
US Library of Congress rúmar meira enn 3000 ymiskar almentgjørdar, einstaklinga upptøkur.       

James Walvin, professari, emeritus í søgu við University of York, sigur, at sálmurin “hevur ein sera óvanliga stóran týdning.”

Henry D. Joensen, týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina