Amy skal við Logos Hope

Í dag, 14. august, fer rituvíksgentan Amy Hansen úr Føroyum við kós móti Logos Hope. Hon skal vera umborð í umleið tríggjar mánaðir, og tað gleðir hon seg til.

-Eg fari avstað í dag, og flúgvi fyrst til Keypmannahavnar. Hagani skal eg ferðast saman við øðrum ungum úr Danmark og Svøríki, sum eisini skulu við Logos Hope, sigur Amy.

-Skipið liggur á Seyskelloyggjunum, og kemur at sigla suður við eysturstrond Afriku og upp við vesturstrondini, komandi mánaðirnar, so tað verður spennandi, sigur hon.

-Áhuga, fyri eini tílíkari ferð, føddist, tá ein útimissiónstrúboðari var í Rituvík og greiddi frá útimissión. Síðani havi eg hugsað um at fara, men fyrst nú gerst hettaveruleiki, sigur Amy.

Í gjár var OM-møti í Missiónshúsinum í Rituvík. Sigurgunn leiddi og hevði eitt Guds orð. Dánjal av Rana, dagligur leiðari hjá OM Føroyum, greiddi frá arbeiðinum hjá OM og um hvussu gleðiboðskapurin, við ápostlunum av fyrstan tíð kom út um heimin. Enn hava umleið 3 milliardir tó ikki hoyrt hesi gleðiboð. Tí ljóðar kallið støðugt, um at fara út við evangeliinum.
Ein av háttunum at vera við í hesum arbeiði, er at fara við missiónsskipinum Logos Hope. Tá Amy er komin umborð, eru 5 føroyingar við skipinum.
OM hevur 5000 fólk úti í missión, og kortini er tað tørvur á fleiri, sum biðja fyri missiónini, sum stuðla missiónini fíggjarliga og sum fara út í missión.

LES EISINI  OM Føroyar hevur aðalfund 29. apríl

Eftir møtið varð bjóða til drekka í kjallaranum, har møguleiki eisini var fyri at heilsa uppá Amy. Fyri forbønini stóðu Sigurgunn Kjelnæs og Dánjal av Rana.

Heitt varð eisini á meinigheitina, og onnur biðjandi, um at vera við at biðja fyri teimum, sum fara og at stuðla teimum fíggjarliga.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina