Andakt á Tindi í Múla

Í KFUM & K í Klaksvík hava tey í nógv ár gjørt ymiskar túrar á ymiskar fjallatindar í Føroyum. Serliga í korona tíðini vóru tey røsk at ganga bæði summar og vetur. Tann sum skipar fyri túrunum er Pól Johannessen, trúboðari hjá Heimamissiónini. Byrjað verður altíð við bøn og tá mann er komin niðan á ein fjallatopp verður hildin andakt, og av og á verður ein sangur ella sálmur sungin, ímeðan tey fáa sær ein drekkamunn.

Í sera góða summarveðrinum í juni vóru nógvir túrar gjørdir, eitt nú morguntúrar, kvøldartúrar og náttartúrðar. Pól sigur, at einaferð um árið í nov. verður sms fjallalistin uppdateraður og tey sum ynskja at verða verðandi í bólkinum skriva aftur og um nýggj ynskja í hendan bólkin er bara at skriva “Heyst 2023” og navn til tlf: 212480 og so fáa tey boð, tá túrar verða gjørdir og øll eru vælkomin uppí.

Her er ein andakt, sum Pól tók upp mánakvøldi 12. juni til týsdagin 13. juni uppi á Tindi omanfyri bygdini Múla. Tá gongufólkini vóru farin oman, valdi Pól at sova har uppi og hevur sett myndir og video saman av túrinum.

LES EISINI  Vilt tú verða grøddur?
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina