Aftur til forsíðu

Andakt til tey gomlu 11

Mynd: Matthew Bennett / Unsplash.com

Andakt til tey gomlu 11

“Harri, tú kennir alla mína trá, mín stynjan er ikki fjald fyri tær.” (Sálm 38,10)

Suff, ella stynjan, er orðaleys bøn. Paulus sigur í Róm 8, at skapningurin skal verða loystur úr trældómi forgongiligleikans til dýrdarfrælsis Guds barna. Tí at vit vita, at allur skapningurin stynjar tilsaman og hevur føðingarverkir tilsaman líka til nú. Men, leggur hann aftrat, eisini vit stynja, og tað er tí, vit nokk eru frelst, men væl at merkja í vónini. Hann, ið vit trúgva á, síggja vit ikki. At deyðin hevur mist sín mátt, síggja vit ikki, tvørturímóti, vit síggja deyðan hava sigrað og hava ræði.

Tí eru Guds fólk á jørð, menniskju, sum kunna biðja, tala við okkara himmalska faðir sum kæru børn við sín himmalska faðir; og hava vit trupulleika at forma egnu orð, so eiga vit Harrans bøn, Faðirvár, sum Jesus lærdi okkum.

Tó, kunnu vit koma í trupulleikar, ja, vit hava ilt við at finna orð. Tá hava vit loyvi at senda eitt suff. Eitt suff ella eina stynjan upp til Guds, hoyrir hann. Hetta visti sálmaskaldið í gomlu pakt. Hetta er enn greiðari í nýggju pakt. Tí, tann, ið lesur víðari í Rómverjabrævinum 8, fær at síggja, at tað ikki bert eru tey suff ella stynjanir. Hann sigur: Tí at vit vita, at allur skapningurin stynjar tilsaman og hevur føðingarverkir tilsaman líka til nú, ja ikki bert hann; men eisini vit stynja við okkum sjálvum. Nei, tað eru trý, ið stynja; men somuleiðis kemur eisini andin okkum til hjálpar, tí vit vita ikki, hvat vit skulu biðja um, soleiðis sum tað eigur at vera gjørt; men sjálvur andin gongur í forbøn fyri okkum við ósigandi suffum. – Soleiðis er eisini okkara støða, tá ið deyðin bankar á dyrnar, tá vita vit ikki orð, ella tá ið sinnið er sjúkt, so vit ikki fáa savnað okkum. Tá hevur Gud ein hjálpara at senda okkum, hansara Heilaga Anda, ið ber okkara suff upp til Guds.

LES EISINI  Hjálparleysur: Andakt til tey gomlu

Tí syngur Brorson:

“Um góðsku tína sál mín kvøði, til lívsins síðsta andadrátt, ja, tá mín tunga lamnd av møði í munni mínum tagnar brátt, og einki ljóð er barmi í, tá stígi míni suff mót ský”. Slb. 5,6

 

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.

Henry Debes Joensen, umsetti

Undanfarna grein

Summardagar í Vágum

Les grein

Innsavnan: Vit eru komin á mál!

Les grein
Næsta grein
A+