Andakt til tey gomlu 21
Alt at ellisárum eri eg hin sami; eg beri tykkum, til hárini á tykkum grána; eg lyfti og fari undir tykkum, eg beri og bjargi tykkum. (Jes 46,4)
Hugsið tykkum, at Bíblian rúmar slíkum orðum. Hugsið tykkum, at okkara trúfasti Gud og faðir í Himlinum hevur givið okkum slíkt lyfti. Hví bera vit tá ótta? Eisini Sálmur 139 í Gamla Testamenti, er á sama hátt eisini eyðkendur fyri somu lyfti. Har stendur í 5. og 6. versi: “Fyri aftan, fyri framman ert tú um meg, og hond tína hevur tú á meg lagt. Tað er mær ov undurfult at skilja, ov høgt, eg eri ei førur fyri tí.”
Vit fata tað heldur ikki. Vit skilja ikki, at Gud vil knýta seg soleiðis at okkum. Vit hava tó sæð hann, sum tey gomlu gudsóttandi fólkini høvdu so tokutar hugsanir um. “Hann, sum tá ið hann var í Guds mynd, avklæddi seg hana, í tí hann tók á seg tænara mynd og gjørdist monnum líkur, setti seg sjálvan lágt og var lýðin til deyðan”. Gud sjálvur kom til okkara. “Eg havi hoyrt tíðindi um teg, men nú hava eygu míni sæð teg,” sigur Job við Gud, tá ið Gud gav seg til kennar fyri honum. Men tað sum síðan hendi teimum heilt fáu útvaldu, hava vit nú part í, í nógv størri muni. Tí vit hava sæð hann, sum er ljómin av Guds dýrd og myndin av veru hansara.
Tí eru øll Guds lyfti í Gomlu Pakt – eisini hetta frá Jesaja 46 – skrivað við blóði, innsiglað, staðfest við Jesu deyða á krossinum langa fríggjadag.
Eg eri illa gongdur í løtuni. Komi neyvan nakrastaðni longur. Eri vorðin alt meira bangin fyri at líta aftur um bak, sum kann enda við einum falli. Alt óreint og døkt, sum mítt egna ego hevur voldað, ger ein ótryggan. Tað skal so nógv til at bjarga mær. Vit eru øll vorðin keypt – ja, dýrt. Tað hevur kostað Gudi nógv at kunna lova tað, Jesaja skrivar í kap. 46,4.
“Tað orð, tað orð meg tryggan ger og er mítt akker besta, tá ivi gjøgnum hjartað fer, vil ófrið í mær festa. Ei óttin meir skal valdið fá, í trúgv eg náði Guds kann sjá, og hjartað finnur hvílu.” Slb. 478,4
*******************
Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy
LOHSES FORLAG 1975.
Henry Debes Joensen, umsetti