Andakt til tey gomlu 24
“Eg trúgvi, hjálp tú vantrúgv míni!”
Mark 9,23
Tann, ið kennir sína trúgv, veit eisini um iva at siga. Tað er ógjørligt annað. Ivin sníkir seg inn á okkum og fær okkum at ivast. Man ikki alt hatta bara vera ein loddrøtt lygn? Hesa lúnutu og illfrýntu gnaddan á trúnna, skulu vit við alvaknum eygum tosa við Gud um. Leggið til merkis, at Bíblian als ikki er tigandi og ger ivan til einkis. Rópið kemur frá einum neyðstøddum pápa, sum átti son, ið hevði sjúkuna epilepsi. Í neyð síni sigur hann Jesusi greidliga frá sjúkuni og sigur, hvussu vorðið er. Og Jesus grøddi neyðars drongin. Jesus sær ikki niður á okkum vegna okkara iva og vantrúgv.
Ein heil bók í Bíbliuni er skrivað av einum menniskja, sum innast inni er sprongdur av iva. Prædikarin, nevna vit rithøvindan at hesi bók í Gamla Testamenti, ið telur 12 kapitlar. – Menniskja og djóralagna líkjast; sum annað doyr, doyr hin somuleiðis, og ein og sami anda er í báðum. Menniskjað hevur einki framum djórini, alt er tómleiki. Øll fara somu leið aftur til moldar. – Darwinisman, læran um, at øll eru ættað frá djórunum, halda mong, vera eina nýggja uppdaging. Nei, hetta hugsaði Prædikarin fyri 2200 árum síðan, tá ið hann var staddur í eini ávísari støðu. Og Gud syrgdi fyri, at bók hansara gjørdist ein partur av Bíbliuni, og sum nú liggur á altarunum í hvørji einastu kirkju á jørðini.
Eingin má hugsa, at Gud hevur havnað henda mann, tí at myrkar og vondar hugsanir bergtóku hann. Hesar hugsanir stíga upp frá einum dýpi innast í okkum, sum vit ikki eru harrar yvir. Hesar hugsanir anda vit inn í okkum, tá ið vit møta tí, ið ikki kunnu greiðast frá. Tí, vit nevna, tíðarandan. Nei, ger sum hesin faðirin gjørdi, sig tað við Jesus. Eisini Prædikarin endar bókina við hesi trúarjáttan: “Niðurløgan, tá ið alt er hoyrt, er: óttast Gud og halt boð hansara, tí at tað eigur hvør maður at gera.” (Præd 12,13)
“Tað orð, tað orð meg tryggan ger og er mítt akker besta, tá ivi gjøgnum hjartað fer, vil ófrið í mær festa. Ei óttin meir skal valdið fá, í trúgv eg náði Guds kann sjá, og hjartað finnur hvílu.” Slb. 478,4.
Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy
LOHSES FORLAG 1975.
Henry Debes Joensen, umsetti