Andakt til tey gomlu 27

 Tí at tit hava ongantíð gingið hann áður.
(Jósva 3,4)

Hetta var ta ferðina, ísraelsfólk skuldi fara yvir um Jordaná og inn í lovaða landið, at herovastin, Jósva, gav teimum atgerðarboð við hesi grundgeving. “Tí at tit hava ongantíð gingið hana áður.”

Undarligt at vita sær við vissu, at um stutta tíð skalt tú yvir ta myrku á, sum er markið millum hendan heimin og tann æviga. Størsta hending, mær hevur verið fyri, síðan eg kom inn í henda heim, skal nú viðurfarast mær. Mong eru farin leiðina undan mær; men hvat hjálpir tað mær, tí eg eri so avgjørt ikki farin hana áður. Tað ókenda ræðir. Soleiðis er støðan í løtuni. Myrka stovan, dimmu kvøldini, gjørdu okkum óttafull í barnaárunum; og nú er tað deyðans ógongda myrkur, hvussu verður tað? Tú sleppur ikki undan hesi hugsan. Deyðin vitjar á ymiskan hátt. Hugsa tær at fara hiðani sum ein vinur mín, ið varð funnin deyður í song síni 75-ára dag sín. Doyði, meðan hann svav. Hvør, ið kundi fingið loyvi til tað!

LES EISINI  Andakt til tey gomlu 20

Her hevur eingin nakað ræði, og einki er okkum kunnugt frammanundan. Vit eru uppi í einum ættarliði, sum er ómetaliga errið av síni vitan og hava hug at læa at fávitsku teirra, ið undan okkum fóru. Tað er helst tilskilað okkum gomlu at fata, at okkara vit og skil er ófatiliga lítið í mun til tað, vit ikki vita – og nevnliga so ómetaliga týdningarleyst. Mangt er mær týdningarleyst, sammett við spurningin um, hvar eg lati eygu míni upp, aftaná at eg havi latið tey aftur her á síðsta sinni.

Mær er vegurin ókunnigur. Eg veit, at frelsarin er farin hann undan mær. Í trúgv á hann kann eg tí siga:

So leggi eg meg í Jesu navn,
hann vakir við deyðans strendur;
tá morgunin rísur, eg nái havn,
har syngjandi skarin stendur;
tá kyssa eg skal í sælum gleim
tær naglamerktu hendur.

Hms. 574,6.

****

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.

Henry Debes Joensen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina