Andakt til tey gomlu 29

Eg havi strítt hitt góða stríðið, havi fullrunnið skeiðið, havi varðveitt trúnna.
(2 Tim 4,7)

Í Nýggja Testamenti er ein heilsan goymd frá einum eldri manni. Hesa heilsan finna vit í  brævinum til Filemon, har Paulus nevnir seg hin “gamla Paulus.”(7.v).  Man hava verið hægst 60 ár. Tá á døgum gjørdist tey ikki gomul sum vit, og eisini kendu tey seg tíðliga gomul.

Í Seinna brævinum til vin sín, Timoteus, situr Paulus í leinkjum og bíðar eftir deyðanum. Hetta brævið er hansara seinasta testamenti.  Luther hevur ein lítlan bókling um at fyrireika seg at doyggja. Fyrst nevnir hann testamentið “til ney nærmastu, so hesi ikki rúka saman at keglast um arv.” Tað er dapurt at hugsa sær, at mong gomul nú á døgum eru í loyndum so bangin fyri deyðanum, at tey ikki fáa seg til at skriva sítt testamenti. Paulus roynir at gera upp við vinir og óvinir, leiðbeinir viðvíkjandi jarðiskum ognarlutum, ið ikki var tað nógva. Síðan dregur hann tað undursama úrslit úr lívi sínum, ið er evnið til hesa andakt.

LES EISINI  Andakt til tey gomlu 27

Hvat sigur tað okkum í dag? Tað sigur, at tað kann so statt lata seg gera at vinna stríðið og náa málið og – hitt seinasta og størsta og tyngsta – at varðveita trúnna.

At taka við trúnni – trúgva á ein náðigan Gud, ið brýggjar seg um meg og mítt – tað er eitt undur. Eitt enn størri undur, er, at eg tori trúgva á hann í dag. Ja, hvønn morgun, eg vakni, støðugt trúgva á hann, Sonin, ið tók alla mína synd á seg. Á Andan, ið knýtur bond millum Himmal og jørð, er eitt veldugt undur, Guds ófatiliga trúfesti. Mynster, biskupur, sigur frá í endurminningum sínum um umvending sína sum ungur prestur í Spjellerup og sigur at enda: – og einki kann samanberast við ta gleði, at eg dag og dagliga sigi við meg sjálvan: “Mær hevur ognast ein Gud og ein frelsara!”

At hava varðveitt trúnna, er sanniliga eingin sjálvfylgja.

LES EISINI  Tey søkja mong ring brøgd

“Tá tagna tey tár, sum í sorgtungu stund so nívandi boygdu til jarðar, og sálin søkir hin dýrmæta fund, har faðirin barninum svarar.” Slb. 470,4

 

****

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.

Henry Debes Joensen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina