Andakt til tey gomlu 38
Ja, meðan vit eru í tjaldbúðini.
(2 Kor 5,4)
Um vit virðismeta bygningin sum eitt tjald, so er hann veikur og skirvin. Mett á tann hátt, er myndin væl vald av likami okkara. Ja, lítið skal til at broyta okkara stolta sjálvsálit. T.d. at gremja seg um eitt og annað okkum verður fyri á leiðini; heilsubrek og annað: “Áh, hendan giktin, nú kom hon aftur. Nú má okkurt gerast. Eisini svav eg lítið og einki síðstu nátt.” Hetta gramdi ein eldri maður seg um nú ein morgun, vit hittust. “Legg alt yvir á Gud og far síðan til lækna tín!” sigi eg. Hann vendi sær á og fór leið sína. Gjørdi hvørki. Hetta sýnir menniskjans tvørlyndi.
Paulus livdi altíð í deyðavanda. Tað vóru kor ápostlanna. “Meðan vit eru í tjaldbúðini, møðast vit og stynja. Vit falla tó ikki í fátt.” Hann veit nevnliga, “at trongd okkara er stokkut og lætt, hon virkar okkum út um alt mark og mát eina æviga tyngd av dýrd.” (2 Kor 4,17)
Ápostulin endurtekur hetta við orðingini, at vit falla tó ikki í fátt, tí at okkum nýtist ikki altíð at skilja alt, hóast tað mangan hevur staðið á. Vit sum eru heima í tjaldi likamsins, suffa mangan undir eini tyngd, tí vit vilja ikki avklæðast men heldur yvirklæðast. – Vit eru inniliga ímóti at síggja okkara likam forfarast. Higartil hava likam og sál hildið saman hesi mongu ár. Tað nívir, tá ið tveir so góðir vinir skulu skiljast at. Ja, hvussu hevur ikki verið fjálgað og prýtt um hetta likam við stimbrandi føði.
Men nakað stórt og ófatiligt bíðar einum: “Tað forgongiliga verður ílatið óforgongiligleika, og tað deyðiliga klætt í ódeyðiligleika.” (1 Kor 15,53)
So latið okkum venja okkum at siga hesi orðini uppaftur og uppaftur “Tí falla vit ikki í fátt.”
“Dagarnir koma og líða so brátt, lær okkum tíman at nýta, so at vit vinna við ævinnar gátt skrúðið hitt skínandi hvíta. Signa tú dagin og náttina við, og ver tú altíð við okkara lið. Lat okkum trygt á teg líta.” Slb. 28,3
Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy
LOHSES FORLAG 1975.
Henry Debes Joensen, umsetti