Andakt til tey gomlu 43

Hugsa um skapara tín … áðrenn teir vondu dagarnir koma … tann tíðin, tá ið teir, sum sita um húsið skelva, og maktarmenninir verða kropnir.

Præd 12,1-3

Hetta er myndatala. Teir, sum sita um húsið, eru hendurnar og armarnir. Maktarmenninir, ið verða kropnir, eru beinini.

Ein hevur varhugan av og varnast elliseyðkennini. Eg var bara í seksti árunum, tá eg hoyrdi gamla konu, eg hevði bírættað, ella havt altargongd í heimi hennara, siga við meg, aftaná: “Tygum eru eitt sindur risthentur!” Eg hevði ein illgruna um tað, men hevði ikki viljað viðgingið hetta mótvegis mær sjálvum. Sannleikin kom tá so harðliga.

Ein kilometurs gongd til postkassan. Eg skilti ongantíð, tá tað fyri tveimum árum síðan gjørdist so, at eg kendi sterka trongd at steðga á hálvum vegi. Eftir stuttari løtu, bar aftur til. Lesi síðan eina yvirskrift í einum vikublaði. “Lækni skrivar”. Eg hugsaði, at hetta var fyri fólk, ið ímynda sær at vera sjúk. Beinsjúka mín, er æðrakálking. Tí æðrarnar gerast tynnri og darva blóðrenslinum. – Vit vita, at slíkt verður verandi. Tað er tí líka mikið, hvussu góður ítróttarmaður, tú hevur verið í yngri árum – deyðin hevur fingið klørnar í teg.

LES EISINI  Fremmandir og útlendingar á jørðini.

Eysturríkska keisarinnan, Maria Theresa, lá fyri deyðanum (í 1780), fekk at enda ikki andað, har hon lá. Hon strevaðist alt, hon kundi at seta seg í lenistólin. Sonurin, Jósef, kom innar, har hon sat. Hann átalaði hana fyri hetta, hon hevði gjørt og fór at hjálpa henni í songina aftur at sova sær ein blund. Hon segði bara: “Jú, men nú vil eg ikki sova. Eg vil síggja deyðan í eyguni!”

Kom, set teg hjá mær síðstu nátt sum ein, ið unnir mær alt gott, sum ein av mínum kæru. Sum vinurin tú sigi mær, at brátt vit síggjast aftur har, sum stríð er gloymt og farið.” Slb. 298,6

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.
Henry Debes Joensen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina