Tíð

Fyri øllum er ein avmarkað tíð, og hvør lutur undir himlinum hevur sína tíð… at tiga hevur sína tíð og at tala hevur sína tíð.

Præd 3,7

 

Eins og flestu landsvegir, hevur himnavegurin sínar tvær gryvjur. Tað eru nøkur – ikki minst ímillum eldri – sum uttan íhald kunna tosa. Nøkur lestrarár búði eg hjá eini pápasystur míni. Hon hevði gistingarhús. Ein gomul vinkona legði ofta leiðina hagar. Muðurin gekk alla tíðina frá tí, hon kom inn, til hon fór av durum aftur. Hon fekk navnið, tosimaskinan.

Hina gryvjuna upplivdu  tveir vinir, ið fóru eina útferð saman. Teir búðu í sama býi og møttust so at siga dagliga. Áðrenn ferðina, gjørdu teir av ikki at hittast í 14 dagar fyri at hava nakað at tosa saman um á ferðini. Gott og væl heimkomin, varð ein teirra spurdur: “Ja, hvussu gekst á ferðini?” Svarið var  dapurt, at kalla: “Prátið á ferðini okkara millum, steðgaði, tá ið vit komu til Hamburg!”

LES EISINI  Andakt til tey gomlu 32

Tala er silvur, og tøgnin er gull, er gamalt orðatak. Tað er møsn. Tøgnin kann merkja tómleika. Hon kann eisini merkja súrleika. Nei, prædikarin hevur rætt. “Fyri øllum er ein avmarkað tíð, at tiga hevur sína tíð og at tala hevur sína tíð. Eina aðra staðni sigur hann: “Eitt orð í rættari tíð, er mikið vert.”

Tað skulu vit biðja Gud um at læra okkum. Tað kundi Jesus. Hann er sjálvur orðið frá Gudi, ið gjørdist menniskja. Tí talaði hann. Men hann kundi eisini tiga. Hann var tigandi mótvegis følskum ákærum. Tí kundi hann siga: “Lærið av mær, eg eri spaklyntur og eyðmjúkur av hjarta.” Tí hava vit nú ein faðir á himli, og honum megu vit tosa við so nógv sum vit vilja. Hann troyttast ongantíð av at lurta eftir okkum.

“Jesu, dýrabara navn, okkum frælsis morgunroði, himni frá við gleðiboði, bangnum sálum hvíldarhavn, trúnni sterka sigursmerki, vónum trygga akkersgrund, lýs tú leið í lívsins verki, veit tú lív á deyðans stund. “ Slb. 64,2  

LES EISINI  Eisini um kvøldið skal vera ljóst

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.
Henry Debes Joensen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina