Andakt til tey gomlu

  1.  Tí forløg vár hann kennir, honum kemur í hug, at dust vit eru.

(Sálm 103,14)

Hesi orð rúma veldugan ugga. At gerast gamal er uppliving av øðrum slag, sum eingin kann fyristilla sær, sum ikki uppliva tað. “Mær tykir heimurin gerst so oyðin”, segði gamal maður á bygd, eg møtti í mínum fyrsta prestaembæti. Mær tykti, tað ljóðaði løgið. Nú tykir mær hugsan mína bera á sama borði. Tað var tann tíð, eg kendi so at siga hvønn einasta prest í Danmark. Nú, ein eldist og onkur spyr og nevnir onkran við navni: kenna tygum ikki hann? Svari eg: jú, víst, navnið. Hann man uttan iva vera abba- ella ommusonur ein, eg kendi.

Hví gerast so gamal? Tað er als ikki hugaligt? Sálmur 103 gevur svarið: Gud hevur skapað teg, og hóast tú eins og øll eru komin av mold, so hevur Gud skapað teg við so nógvari likamligari megi, at tygum átti at livað nógv longri enn mong onnur. Hetta var Guds ætlan við lívi tínum. Tann sorg, at heimurin gerst oyðin – at vinir tínir doyggja undan tær, at systkin tíni doyggja, tað er vilji Guds, at tú skalt leggja tær í geyma og bera. Tær fellur ikki so lætt at skula so ofta til jarðaferðir. Um Jesus, lesa vit, at hann er deyður fyri øll. Er tað heilt órættvíst, at vit, ið doypt eru til hansara, viðhvørt fáa sama smakk at kenna.

Skapað av Gudi – jú, men av mold. Og er tað nakar, ið minnist hetta, so er tað Gud. Tí kann okkara neyðarstøða, sum eru gomul, ógjørligt forða okkum vegin til Guds. Eisini vit, sum eru vorðin gomul og kanska eru farin at møsna ov nógv, hava atgongd til Guds í Jesu navni – eisini við okkara møsni og klagum­­­

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.

Henry Debes Joensen, umsetti