Prát við Bethuel, áðrenn nýggi Klakkur fór sín fyrsta túr
Fyri løtu síðani loysti “nýggja” og framkomna frystilínuskipið Klakkur frá bryggju í Klaksvík. Teir skulu fyrst royna onkur tól av og leggja síðani leiðina vestur um hav til Flemish Kap.
Áðrenn teir fóru, høvdu Hanus á Gørðum, prestur, og Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, andakt í messuni, saman við manningini, familju og øðrum (sí myndirnar niðanfyri).
Eisini prátaði Torleif við ein av eigarunum Bethuel Johannesen, ið er stýrimaður á fyrsta túrinum, um vónirnar fyri nýggja skipinum og týdningin at hava andakt umborð.