Samvitskan skal ikki forða tær at tæna!

Skrivað: Torgeir Petersen

“Hvør mikið meira skal tá blóð Krists, sum við ævigum anda bar seg sjálvan fram lýtaleysan fyri Gudi, reinsa samvitsku tykkara frá deyðum gerningum til at tæna hinum livandi Gudi?” (‭‭Hebr‬ ‭9:14)

‬ Tá ið eg hoyri orðið “samvitska”, so lurti eg eyka væl eftir – tað er av tí orsøk, at eg sum yngri stríddist sera nógv við at hava góða samvitsku yvir fyri menniskjum, men mest, at hava góða samvitsku yvir fyri Gudi. Eg stríddist við at biðja, lesa, ganga á møti, steðga við at hugsa skeivar tankar um onnur og so framvegis; fyri at fáa eina góða samvitsku yvir fyri Gudi.

Hetta stríðið vísti seg at vera lættari sagt enn gjørt, tí eg fall ferð eftir ferð í synd og fekk hesa vemmiligu kensluna: “at hava ringa samvitsku” yvir fyri Gudi. Hetta leiddi meg so burtur frá Gudi í eina tíð, av tí at eg ikki megnaði at tæna honum við einari ringari samvitsku.

Men so kom ein dagur, tá tað gekk upp fyri mær, at mín rekkjufylgja var fullkomiliga skeiv – tí hvat er tað, sum Hebr 9,14 vísir okkum á? Jú, tað vísir okkum á, at rekkjufylgjan skal IKKI vera, at tæna Gudi fyri at FÁA eina góða samvitsku, men, at vit skulu tæna Gudi, tí vit HAVA eina góða samvitsku, tí at Jesu fullgjørda verk á Golgata reinsar okkum frá allari synd, eisini okkara ringu samvitsku.

So næstu ferð tú verður spurdur um at traðka í eina tænastu í samkomuni, um tað so er at syngja fyri, hava ein vitnisburð ella okkurt annað, so minst til, at tá skal tað ikki vera ein ring samvitska sum skal forða tær, tí henni ert tú reinsaður frá!

Takk Jesus, at vit kunnu tæna tær við góðari samvitsku!