Hon hoyrdi einglasong
„Fyri rættsintum birtist ljós í myrkri, mildur og góður hin rættvísi er. “
Sálmur 112,4
Olav Nerland
Hetta er tað, sum ein góð trúgvandi kona segði mær. Hon hevði gingið saman við Gudi í langa tíð og hevði varðveitt trúnna í hjarta sínum – sanna og álvarsliga. Kortini varð hon ein dagin álopin av brandørvum hins ónda. Men á – hvussu undurfult Harrin leit til hennara! Sálm. 112,4.
Hon fekk vitjan av einum persóni, sum als ikki trúði á Gud, og sum heldur ikki vildi, at onnur skuldu trúgva. Hesin persónur rættiliga oysti sín iva niður yvir hesa konuna: Bíblian var als ikki eftirfarandi! Hon var bara mannaverk, og Jesus var als ikki sonur Guds. “Sæla vón” teirra kristnu var tann beri dreymur, og “hugskotið um ævigt lív” var heilaspuni hjá góðtrúnum sálum!
Alt hetta gjørdi hesari neyðars kvinnu ilt at hoyra. Og hin gamli, snildi ormurin nýtti høvið og teskaði inn í oyrað: “Trýrt tú veruliga øllum hesum? Trýrt tú, at tað er ein vón og eitt ævigt lív, ja, trýrt tú veruliga, at himmalin er til?”
Okkara trúgvandi systir rópti til Gud í sínum djúpa iva.
Nakað eftir hetta skuldi hon til eina jarðarferð. Tá ið hon saman við øllum hinum, ið komin vóru at fylgja, stóð úti á kirkjugarðinum, hoyrdi hon eitt undurfult kór, sum fór at syngja. Hon gjørdist stórliga bilsin yvir, at nakar kundi syngja so vakurt. Tá ið tað á grøvini varð sagt: Av mold ert tú komin o.s.fr., gjørdist sangurin meira sorgblíður, men tá ið so varð sagt: – úr mold skalt tú aftur rísa upp, bleiv sangurin ómetaliga fagnaðarmikil!
Kvinnan helt, at øll onnur hoyrdu henda undurfulla sangin, og hugsaði tí, at øll fóru at práta um hetta restina av degnum. Men tá ið alt var liðugt, og eingin segði nakað, fór hon at spyrja hini, hvør ið hevði sungið so vakurt, og hvar ið tey vóru! Men stórliga bilsin varð hon, tá ið eingin annar hevði hoyrt nakað sum helst!
Mangar hugsanir fóru gjøgnum hana: Hvat mundi hetta vera? Hon hevði so sanniliga hoyrt lovsangin – við egnum oyrum!
Tá stóð alt so skilliga fyri henni. Tað var Harrin, sum hevði hoyrt hennara suff, og á henda hátt loyst hana úr ivans ónda taki!
Himmalsins dýrd e ævigir veruleikar! Vónin er trygg og føst – og fer allan vegin inn um forhangið. (Hebr. 6,18-19)
Tro & Fakta E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

