Tú kanst kenna teg tryggan
„Hetta er ættarsøga Nóa. Nóa var maður rættlætur og gudrøkin í síni øld. Nóa gekk við Guði. “
1.Mos.6,9
Tú kennir teg undurfult tryggan, tá ið tú gongur við Gudi! Meðan Nóa bygdi ørkina, prædikaði hann fyri fólkinum. Hann hugsaði um Gud og tosaði við hann sum við ein felaga. Tað er tað, sum meinast við, tá ið sagt verður, at Nóa gekk við Gudi. Hann varð hildin fyri gjøldur og deildur; men Gud bjargaði honum og familju hansara, meðan fleiri milliónir av fólki gingu til grundar.
Eini 1500 ár seinni vóru tað tríggir hebrear, sum gingu við Gudi. Dagliga lósu teir skriftirnar og bóðu til Guds tríggjar ferðir um dagin. Dagliga gjørdu teir av ikki at gera nakað, sum Gud ikki kundi taka undir við. Tann óði kongurin kastaði teir í ein eldsovn; men Gud var við teimum í eldinum, og teir sluppu óskalaðir útaftur.
Tá ið eg var lítil, var eg ofta eitt sindur bangin at ganga einsamallur úti í myrkrinum. Men tá ið eg so fylgdist við pápa mínum og legði mína lítlu hond í hansara stóru, tá hvarv allur ótti. Eg helt, at hann var so stórur og sterkur og megnaði alt. Men hvat heldur tú so um Gud? Tann, sum fylgist við Gudi, kann kenna seg so tryggan, so tryggan, tí eingin kann seta seg upp ímóti honum.
Hevur tú hoyrt um Desmond T. Doss? Hann var bert ein lítillátin sjúkrahjálpari undir øðrum heimsbardaga; men hann gekk eisini við Gudi. Hann setti Gud fremst hvønn dag í lívi sínum, við tað at hann bað og las í Bíbliuni.
Í fyrstuni hildu hinir hermenninir hann fyri spott, av tí at hann tímdi at lesa í Bíbliuni, og teir kallaðu hann ofta mammudrong og blakaðu stivlar sínar eftir honum.
Men tá ið vandi var á ferð, broyttu teir hugsan. So kom tað minniliga slagið við eina gjógv, tá ið hin amerikanski herurin lendi á Okinawa, sum er ein oyggj í Japan. Tað vóru 155 menn, sum høvdu biðið Doss biðið fyri sær, áðrenn teir við línu klivu upp á klettin. Nakrar dagar seinni komu teir aftur, tá vóru teir bert 55 í tali.
Doss var hin síðsti. Hann dró ein særdan mann fyri og annan eftir yvir til eggina, og so loraði hann teir niður í línu. “Kom nú niður, Doss,” rópti herhøvdingurin. “Tú verður bara dripin sjálvur.” Men Doss svaraði: “Gevið mær bara eitt sindur av tíð afturat. Eg kann ikki fara frá hesum særdu monnunum og lata teir doyggja einsamallar her uppi.” Og einsamallur loraði hann 75 menn niður. At enda varð hann sjálvur illa særdur; men hann kom livandi heim og varð stórliga heiðraður av Truman forseta sjálvum, sum gav honum “Heiðursmerkið hjá Kongressini” – hægsta samsýning, sum eitt land kann geva einari hetju.
Tað lønar seg at ganga við Gudi. Tað lønar seg at taka Gud við allastaðni, hvar tú fert. Tað lønar seg at halda seg burtur frá støðum, har Gud og einglarnir ikki fara. Vilt tú ikki taka ta avgerð at ganga við Gudi hvønn dag í lívi tínum? E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

