Hin sundurskrædda bókin
„Eg vil standa upp og fara til faðirs míns og siga við hann: »Faðir, eg havi syndað ímóti himlinum og ímóti tær; “
Luk.15,18
Fyri nøkrum árum síðani var tað ein maður í Fraklandi, sum gekk um og seldi bøkur. Ein dagin steðgaði hann við eina lítla smáttu úti á bygd og bjóðaði eitt Nýggja Testamenti fram til sølu.
Konan í húsinum, Jeanne, stóð og ivaðist. Mundi presti dámað, at hon keypti sær hana? Kortini fekk hon ikki eyguni av hesi vøkru lítlu bókini.
“Verið ikki bangin, tygum,” segði sølumaðurin. “Prestur hevði syndað móti Gudi, um hann hevði roynt at forða tygum at lisið um Kristi kærleika.”
At enda tók hon so ein mynt fram, sum var 50 sent, rætti hondina út eftir tí lítlu bókini, meðan hon segði: “Eg fái ikki staðið ímóti. Má synd mín verða mær fyrigivin.”
Løtu seinni kom maður hennara, Jacqes, heim úr skóginum, har hann arbeiddi sum trækolabrennari.
Tá ið tey høvdu fingið sær ein temunn, kom Jeanne eitt sindur bangin og vísti manninum sína lítlu bók. Sum hon hevði kvítt fyri, gjørdist hann gruggutur. Hann var bæði móður og í ringum lag, og nú brigslaði hann henni, at hon oyðslaði pengarnar burtur soleiðis.
“Men,” segði hon, “tú eigur ikki allar pengarnar. Eg kom við mínum parti, tá ið vit giftust. Hasin frankurin var eins væl mín sum tín.”
“Gev mær bókina!” rópti Jacqes óður og rippaði hana út úr hondum hennara. “Helvtina av pengunum átti tú, og helvtina átti eg, segði tú. Alt í lagi. So gera vit soleiðis við hana.” So læt hann bókina upp og skræddi hana í helvt. Aðra helvtina læt hann glíða inn um skjúrtu sína, og hina helvtina blakaði hann yvir til Jeanne.
Fleiri dagar seinni sat Jacqes úti í skóginum við trækolaeldin. Tíðin fall honum long, og hann kendi seg einsamallan. Brádliga kom hann at hugsa um ta skrøddu bókina. Hann hugsaði, at nú skuldi hann kanna hana. Grovu hendur hansara høvdu skrætt bókina sundur umleið mitt í Lukasar Evangelium.
Hann setti seg at lesa frá byrjanini: “Eg vil standa upp og fara til faðirs míns og siga við hann: “Faðir, eg havi syndað ímóti himlinum og ímóti tær; ikki eri eg longur verdur at eita sonur tín.”
Ógvuliga rørdur las hann frásøgnina at enda og setti sær sjálvum fleiri spurningar: “Hvat hevði hann gjørt, hesin neyðars vilsti sonurin? Hví var hann farin heimanífrá? Hvar hevði hann verið? Hvat var tað, sum fekk hann at fara heim aftur?” Hann slapp ikki frá hesum spurningunum.
“Eg hevði viljað, at eg hevði byrjanina til hesa frásøgn,” suffaði hann. Men stoltleiki hansara forðaði honum at fara til Jeanne og biðja hana læna sær hennara part av bókini.
Dagarnir hjá Jeanne heima við hús vóru langligir og keðiligir. Hvørja ferð hon hevði eina løtu, setti hon seg at lesa í hesi skrøddu bókini. Sum tíðin gekk, vaks hennara gleði, tá ið hon las í henni, og tá ið hon kom til endan, hevði hon fingið stóran áhuga fyri hesi bók. Hon mátti hugsa um yngra sonin – hansara treiskni, hansara synd, hansara vesaldóm og neyð og undurfullu broytingina í sinni hansara: “Eg doyggi her í hungri. Eg vil standa upp og fara til faðirs míns.” Her endaði frásøgnin.
Men hvat mundi henda víðari? Tók faðirin ímóti honum? Hjarta hennara longdist eftir einum nøktandi svari. Hon táraði eisini av hesi frásøgnini; men hon hevði ikki dirvi at tosa við Jacqes um bókina.
Ein dagin oysti regnið niður, og Jacqes kom ógvuliga móður heim. Hann seyp suppuna og át breyðið sum vanligt; men at enda orkaði hann ikki at halda sær longur og segði: “Jeanne, minnist tú bókina, sum eg skræddi?”
“Ja,” segði hon eitt sindur illa við.
“Mín partur hevur eina undurfulla frásøgn, men bara endan á henni. Eg havi ongan frið á mær, fyrr enn eg fái lisið byrjanina. Kanst tú ikki fara eftir tínum parti?”
“Jú, Jacqes! Sum tað er undurfult!”
“Hví sigur tú so?”
“Tí sama frásøgnin er eisini alla tíðina í mínum tonkum; men eg havi ikki endan á søguni. Var faðirin villigur at taka ímóti tí burturvilsta soninum?”
“Ja, tað var hann. Men hvat var tað, sum gjørdi, at teir skiltust?”
Hon fór nú eftir sínum parti av bókini og settist á knæ við stól hansara. Saman lósu tey hetta undurfulla líknilsið, og Guds Andi, sum hevði virkað í hjørtunum á báðum, hjálpti teimum at skilja meiningina.
Hetta gjørdist fyrsti bíbliutímin framman fyri opna eldstaðnum eftir nátturðan, og nógvir bíbliutímar komu honum á baki, og bæði góvu Harranum Jesusi Kristi sítt hjarta og lív.
Fyri tey var líknilsið um burturvilsta sonin stórtíðindi. Helst kennir tú hetta líknilsið ógvuliga væl; men hevur tað nakrantíð vakt somu spurningar í tínum sinni, sum tað gjørdi í teirra? Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

