Ævigi vísdómur Bíbliunnar (1 av 2 pørtum)
„Men tey, sum bíða eftir HARRANUM, fáa nýggja kraft, tey lyfta veingjunum sum ørnir; tey renna – og møðast ikki, tey ganga – og lúgvast ikki! “
Jes.40,31
Nýggi sjúklingurin sá, at eg hevði eina Bíbliu liggjandi á skriviborðinum. “Tygum siga mær ikki, at tygum lesa Bíbliuna, tygum, sum eru sálarlækni?” segði hann bilsin.
“Eg eri ikki nøgdur bert at lesa hana,” svaraði eg. “Eg granski hana. Bíblian er besta læribók í manna atburði, sum nakrantíð er skrivað. Um fólk veruliga vóru før fyri at fata boðskap hennara, kundu nógvir av okkum sálarlæknum bara stongt skrivstovuna og farið á flot.”
“Tygum hugsa um tey tíggju boðini og orðið um at gera móti øðrum, sum vit vilja, at tey skulu gera móti okkum?”
“Sjálvandi, men har eru so mong onnur vísdómsorð,” segði eg. “Aftur og aftur finna vit skriftstøð, sum boða frá tí djúpasta sálarliga kunnleika. Latið okkum bara taka tygara tilfelli. Í ein heilan tíma hava tygum nú sitið og sagt mær, hvussu tygum hava strevast, uttan at tað hevur nyttað nakað. Tað tykist, sum tygum eru á veg inn í eina álvarsliga depressión, ha?”
Eg blaðaði upp í Bíbliuna. “Latið okkum hyggja at tí ráðnum, sum Paulus gevur fólkunum í Efesus at gera mótstøðu hin ónda dagin og verða standandi eftir at hava yvirvunnið alt. Hvat merkir tað? Jú, beint tað, sum orðini siga. Tygum hava gjørt tygara besta. Hvat meira kunnu tygum gera? Stríða og streva uttan at koma úr staði? Pløga somu foyru umaftur og umaftur? Nei, tað sum tygum av sonnum tørvar – nógv meira enn eina loysn á hesum serliga trupulleikanum – er jú í sinninum. Og her er mannagongdin at røkka tí: Takið tygum av løttum, latið frið falla á tygum, roynið ikki at loysa trupulleikan við tygara tilvitandi tonkum. Latið tær skapandi kreftirnar í undirvitskuni sleppa framat – tær kunnu loysa allan trupulleikan fyri tygum, um tygum bara gevast at mala fyri fótunum á tygum sjálvum.”
Sjúklingurin varð sitandi í djúpum tonkum. So segði hann: “Tað hevði kanska verið gott, um eg las eitt sindur í Bíbliuni?”
“Sjálvandi er tað býtt ikki at brúka burtur av tí vísdómi, sum er samlaður gjøgnum 3000 ár. Fleiri hundarð ár, áðrenn nakar yvirhøvur tosaði um sálarfrøði, visti Bíblian, at “Guds ríki er innan í tykkum”. Vit sálarfrøðingar kalla tað undirvitskan – men tað er bara orðið, sum er nýtt, ikki hugtakið. Úr enda í annan lærir Bíblian, at mannasálin er ein vígvøllur, har hitt góða stríðist móti tí ónda. Vit tosa um fíggindaligar og áleypandi kreftir, sum berjast móti kærleiksinnskotum í mannalyndinum. Tað er jú akkurát tað sama.
Sálarlæknarnir hava ikki gjørt stórt annað enn at evna ein lista til við vísindaligum orðum fyri tað sama, sum Bíblian greiðir frá við skaldskapi, myndatalu og líknilsum. Hvat var tað nú, sum Freud og hinir slóðbrótararnir uppdagaðu? At mannasinnið virkar bæði á tí tilvitaða og á tí ótilvitaða stiginum. At tað, sum vit kalla samvitskan, virkar á sama hátt, og at nógvir kensluligir spenningar og nógvur ófriður koma av, hvussu samvitskan virkar í undirvitskuni.
Tað er spennandi at lesa Bíbliuna, sjálvt uttan annað støðið enn ein sovorðnan grunnan kunnleika til sálarfrøðina. Eg skal her nevna nøkur av teimum skriftstøðunum, sum hava givið mær mest. Hetta eru orð, sum eru so full av kunnleika, at øll, sum fegin vilja varðveita sína sálarliga heilsu, áttu eftir mínum tykki at lært tey uttanat og endurtikið tey við jøvnum millumbilum.
Her niðri eru Harrans ævigu armar (5. Mós. 33,27)
Í fleiri hundrað ár hava menniskju í neyð og trongdum funnið ugga í hesum orðum úr Fimtu Mósebók. Og tað er rímiligt. Ein av teimum ræðslu-hugmyndunum, vit eru fødd við, er ræðslan at detta, soleiðis at hugmyndin av einum kærleiksfullum ørmum, sum altíð eru til reiðar at halda okkum uppi, er svarið til tann tørv, vit øll hava, so vit kunnu kenna okkum trygg og finna vernd. Annars er tað at nerta við, ein av sterkastu formum fyri samband. Tí gevur henda bíbilska myndin eina kenslu av djúpum friði. Um tú ert plágaður av svøvnloysi, og nervarnir eru á tambi, átti tú at roynt at endurtikið hesi orðini fyri tær sjálvum, tá ið tú leggur teg at sova. Tey kunnu kanska hjálpa tær nógv betur enn sovitablettir.
Edvard Poulsen

