Vælsignaður

„Harrin vælsigni teg og varðveiti teg! Harrin lati andlit sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur! Harrin lyfti upp ásjón sína yvir teg og gevi tær frið! “
4.Mós.6,24-26

Hoyrið og síggið 

 

Tá ið eg var barn, plagdu vit at biðja hesa køldbønina, sum danski sjónleikarin Peter Thun Foersom skrivaði í 1813:

 

Nu lukker sig mit øje,
Gud Fader i det høje
i varetægt meg tag.
Fra synd, fra sorg, fra fare
din engel mig bevare,
som ledet har min fod i dag.

Foreldrini sótu á songarstokkinum og bóðu saman við mær. Undan hesi bønini høvdu tey lisið eina søgu fyri mær.

 

At enda, áðrenn vit sovnaðu, lýstu mamma og pápi eina signing yvir okkum, sum var nógv túsund ára gomul. Eg skilti, at tað var nakað heilt annað at lýsa enn at lesa; men hvat ið tað av sonnum merkti, dugi eg ikki enn heilt at greiða frá.

„Herren velsigne dig og bevare dig,
Herren lade sit ansigt lyse over dig og være dig nådig,
Herren løfte sit ansigt mod dig og give dig fred.“

 

Eg hugsaði mær, at tað var sum at stíga inn í eina sólarrípu á gólvinum og standa har og blíva gull-littur allur sum eg var. Og av tí at signingin er so ómetaliga gomul, dámdi mær at hugsa, at bæði langabbi og oldurabbi og eisini Jesus høvdu staðið í tí ljósinum, tá ið teir vóru lítlir, einaferð langt, langt síðani.

Harrin vælsigni teg og varðveiti teg!
Harrin lati andlit sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur!
Harrin lyfti upp ásjón sína yvir teg og gevi tær frið!
(4. Mós. 6,24-26)

“Krigsropet” Effie Campbell umsetti