Veraldar endi

„Men meðan hann sat uppi á Oljufjallinum, komu lærusveinarnir til hansara einsæris og søgdu: »Sig okkum, nær man hetta fara at verða? Og hvat er tekinið fyri komu tíni og veraldar enda?« “
Matt.24,3

 

 

Emanuel Minos

Lærusveinarnir spurdu Jesus: “Hvat er tekinið fyri veraldar enda?” Matt. 24,3. Jesus svarar beinleiðis upp á henda spurning. “Og hesin gleðiboðskapurin um ríkið skal verða boðaður um allan heimin til vitnisburðar fyri øllum fólkasløgunum; og tá skal endin koma. ” Matt. 24,14. Vit hava bara havt missión í út við 200 ár; men Jesus sigur, at endin kemur, tá ið øll hava hoyrt gleðiboðskapin.

 

Vit hava ikki loyvi at seta dag og tíma á, nær endin kemur, tí Jesus sigur sjálvur, at tað veit eingin, heldur ikki menniskjusonurin, bara Gud. Men áhugavert er tað at hugsa um, tá ið Jesus sat við Jákupsbrunnin og tosaði við konuna úr bygdini Sikar í Sámária. Hann hevði als ikki loyvi at fara hagar, men Skriftin sigur okkum, at hann mátti leggja leiðina handa vegin. Jesus evangeliserar, hann boðar hesi heidnu konuni evangeliið, og hann steðgar har í tveir dagar, lesa vit í Jóh. 4,40. Túsund ár eru sum ein dagur og ein dagur sum túsund ár hjá Gudi, skrivar Pætur. 2. Pæt. 3,8. Og nú eru 2000 ár farin síðani tá.

 

Í endatíðini verður jødafólkið eitt tekin fyri øllum fólkasløgum, ein roynd, ein “prøvasteinur”. Tá ið Jesus greiðir frá dómadegi í Matt. 25,31-46 sigur hann við tey, ið verða boðin vælkomin inn í dýrdina: “Tí at eg var svangur, og tit góvu mær at eta. Eg var tystur, og tit góvu mær at drekka…o.s.fr.” Og tá ið tey so undrandi spyrja, nær tey hava gjørt hetta móti honum, svarar hann aftur: “Sanniliga sigi eg tykkum, so satt sum tit hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu brøðrum mínum, tá hava tit gjørt tað móti mær.”

 

Hvørjir vóru Jesu brøður um hetta mundið? Jødafólkið! Jødarnir hava givið okkum Jesus, sum við brunnin í Sikar segði: “ … frelsan kemur frá jødunum.” Jóh. 4,22. So vinir, latið okkum vælsigna jødarnar, og biðja frið fyri Jerusalem, sum Bíblian minnir okkum á at gera í Sálmi 122,6. So verða vit sjálv vælsignað, tí Guds orð sigur: „Ja, tey, ið vælsigna teg, man eg vælsigna, og tey, ið biðja ilt fyri tær, skal eg banna; allar ættir jarðarinnar skulu fáa signing av tær.« “ 1. Mós. 12,3.
Effie Campbell umsetti