Ferðin um Reyðahavið
„Hann tók seks hundrað úrvalshervagnar og allar hervagnar Egypta og mannaði teir allar við avrekskøppum. “
2.Mós.14,7
Aleksander Hvass var á Visjon Norge og greiddi frá um ferðina um Reyðahavið. Sinaihálvoyggin býtir Reyðahavið í helvt. Øðrumegin er Suezvíkin og hinumegin er Akabavíkin. Gomul frásøgn á mannamunni, sum røkkur aftur til Helenu, mammu Konstantin keisara, sigur, at ísraelsmenn fóru um Reyðahavið við Suezvíkina. Leitað hevur verið niðri á havsins botni har at vita, um nakrar leivdir av øllum vognunum og herinum hjá Farao var at finna. Har hava teir ongantíð funnið nakað, og er kristindómurin ofta hildin fyri spott av hesum.
Staðin fyri at svølgja alt rátt og trúgva gomlum frásøgnum, ber til at seta seg niður og granska Skriftina, hvat ið hon í grundini sigur. Kannar tú nøvnini har, so kemur tú eftir, at teir fóru tvørtur um Reyðahavið við Akabavíkina. Á einum stað har er vatnið 300 m djúpt, og har hava menn funnið hjól, vognstengur, mannabein, djórabein og svørð, alt yvirvaksið við korallum; men skapilsið á øllum hesum sæst skilliga. https://www.messianic-literary.com/chariots.html
Bíblian sigur, at 600 úrvalshervagnar vóru við (2. Mós. 14,7). Hesir vognar vóru úr jarni, men hjólini vóru úr gulli. Korallir seta seg ikki á gull, og kavarar hava sæð hesi hjól liggja kilometur eftir kilometur og glitra í sólarljósinum. Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

