Advenstíðin

Skrivað: Annelisa Rasmussen

“Statt upp og skín, tí at ljós títt kemur og dýrd Harrans rennur upp yvir tær!” (Jes 60,1)

Í nógvum føroyskum heimum verða ljósini í adventskransum og í dekoratiónum tendrað í hesum døgum.

Ljósini minna okkum á tað ljós, sum varð tendrað, tá ið tað blivu jól á fyrsta sinni á jørð. Tað minnir okkum eisini á, at skjótt verða jól.

Eyguni á børnunum strála, tá ið ljósini verða tendrað. Tey telja dagarnar til jóla.

Ljósini skulu eisini minna okkum á, at ein dag fer Jesus at koma aftur!

Tað er millum annað tað, advent minnir okkum á.

Tað ljósið, sum er Jesus, skal spreiðast víðari út til menniskju, bæði her heima og úti í londum, har tey ikki hava hoyrt um Jesus fyrr. Vit eiga ikki at hava hetta ljósið fyri okkum sjálvi, men vera við til at geva tað víðari til onnur; men tá er fyrsta treyt, at vit sjálvi hava tikið ímóti hesum ljósi, og at tað fær loyvi at lýsa inn í okkara hjørtu og sinn, soleiðis at tað lýsir har, sum tað er sett. Harvið spreiðist ljósið frá Gudi víðari út.

Latum okkum tí í adventstíðini hava opin hjørtu og sinn fyri tí ljósi og biðja Gud um, at hann vil gera okkum til betri ljósspjaðarar.

Tað lítla ljós eg fekk,

Nú skal tað lýsa bjart.

Tað lítla ljós eg fekk,

Nú skal tað lýsa bjart.

Tað lítla ljós eg fekk,

Nú skal tað lýsa bjart.

Lýsa bjart, bjart, bjart,

lýsa bjart.