Arvurin
”til ein óforgongiligan og óspilluligan og ófølnandi arv, sum er goymdur í himlunum til tykkara, –”
1.Pæt.1,4
Eftir Smith Wigglesworth
Fyri tað fyrsta er arvurin óforgongiligur. Fyri tað næsta er hann ódálkaður. Fyri tað triðja følnar hann ongantíð. Fyri tað fjórða er hann goymdur í himlinum til tín.
Følnar ongantíð! Á, sum himmalin er sælur, á tann undurfulla gleði, hvør ein forsmakkur av himli her niðri á jørðini. Far við gleði til tað arbeiðið, tú hevur at gera og hugsa um morgindagin, tá ið tú stendur frammanfyri Konginum, við Harranum í ævir, í einum arvi, sum ongantíð følnar.
E.Campbell umsetti