At elska okkara fíggindar

Skrivað: Janus Thomsen

”Nei, elskið fíggindar tykkara, og gerið væl og lænið, uttan at vænta at fáa nakað afturfyri, og mikil skal tá verða løn tykkara, og tit skulu verða børn hins hægsta; tí at hann er góður við tey ótakksomu og illu. Verið miskunnsom, eins og faðir tykkara er miskunnsamur” (Luk 6,35-36).

Uttan iva ein av okkara størstu avbjóðingum sum menniskju, næstar og Guds børn!

Tá vit eru illa viðfarin av øðrum, er okkara mest natúrliga reaktión, at vit antin hevna ella útihýsa teimum, ið hava gjørt okkum ilt.

Hetta er beinleiðis í andsøgn við tað, sum Jesus vil hava okkum at gera. Gud hevur skapað øll menniskju, elskar øll, vil, at øll blíva frelst, og vil tí eisini, at vit skulu elska hvør annan – sum systkin.

Tí harmar tað Gud, tá vit særa hvør annan.

At vísa kærleika til okkara næsta er nakað av tí, Jesus tosaði allarmest um, og nakað, hann ferð aftaná ferð vísti í verki, tá hann gekk á foldum.

Jesus biður okkum um at gera tað sama sum hann, og gera væl móti øllum. Bæði teimum, sum elska og hata okkum.

Jesus hjálpi okkum við hesi ovurhonds stóru uppgávu.