At hava himmiríki sum evsta mál
”Tí hvat gagnar tað manni, um hann vinnur allan heimin, men má bøta afturfyri við sál síni? Ella hvat skal maður geva í viðurlag fyri sál sína?” (Matt 16,26)
”…og einki fekk hann við sær…” verður ofta tikið til, tá fólk fara til jarðar, serliga um tey hava átt stórar ognir. Fyri okkum kann tað tykjast sum ein tugd hugmynd, men sannleiki er í orðunum kortini.
Tí júst sum orðini hjá Jesusi í versunum omanfyri bera boð um, so kann eingin ogn ella tignarstøða í hesum heimi vinna okkum sæti í Himli. Tað er einans ein persónlig trúgv á Jesus Kristus, ið kann vinna okkum tann rættin. Tí er so sera umráðandi, at vit ikki seta okkara álit á, og ikki missa okkum burtur í øllum tí, ið hesin heimur hevur at bjóða, men at vit heldur hava himmiríkið sum evsta mál í okkara lívi.
Jesus hjálpi okkum, við sínum Heilaga Anda, at hetta má eydnast okkum.