Av náði eru tit frelstir við trúgv

“Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guðs gáva;”
Ef. 2,8

 

Ein maður, sum eg ofta hevði tosað við um frelsunnar veg, sat í stovu míni. Og eftir at eg ferð eftir ferð hevði vitnað fyri honum um frelsuna, segði hann: “Vilja tygum biðja fyri mær?”

 

Hann gjørdist rættiliga bilsin, tá ið eg svaraði: “Nei, tað vil eg ikki.”

 

“Men hví ikki?”

 

“Nei, eg vil ikki biðja fyri tygum meira. Gud hevur víst tygum frelsunnar veg. Trúgv á Harran Jesus, og tú skalt verða frelstur (Áps. 16,1). Hvat vilja tygum, at eg skal biðja um fyri tygum? At hann skal geva tygum eitt annað evangelium? Ella at hann skal frelsa tygum uttan at tygum trúgva hesum evangeliinum? Eg fari ikki at biðja Gud gera meir fyri tygum, enn hann longu hevur gjørt. Trúgvið á Hann, soleiðis sum tygum eru!”

 

Eg hugdi eina løtu upp á hann, so segði hann: “Sigið mær enn eina ferð, hvat ið tað er at trúgva.”

 

Eg segði honum tá frá Kristusi, sum gjørdist bót fyri syndir okkara, og at hann var verdur at líta á, og at ein og hvør, sum setti álit sítt á Hann, skuldi verða frelstur.

 

Hann hugdi upp á meg. “Eg trúgvi á Hann, men hvussu skal eg vita, at eg eri frelstur?”

 

Eg tók Bíbliuna og vísti honum orðið: “Tann, sum trýr á hann, verður ikki dømdur!” Jóh. 3,18. Her er Guds vitnisburður og Guds trygging, garanti. Um hetta ikki ger tygum nøgdan, so trúgva tygum Honum jú als ikki.”

 

“Á, nú síggi eg tað, og nú tori eg at trúgva tí.” – “So eru tygum ein frelst menniskja, eftir tí sum Skriftin vitnar.” Eg sá, hvussu andlit hansara klárnaði alt í einum.

 

Vit fullu niður á knøini at prísa Gudi.

 

“…Men så kom Gud”.

 

E. Campbell umsetti