Bønin kom ikki ov seint
Í Mark. 11,24 lesa vit:
„Alt tað, sum tit biðja um og tráa eftir, trúgvið, at tit hava fingið tað, tá skal tað verða tykkum fyri.“
Her síggja vit sambandið millum bøn og tráan. Bønin má vera brennandi og innilig, ikki bara nøkur grunn orð, sum tú fert lættliga um, og sum hvørki hava ávirkan á anda tín ella á Gud. Nei, tú mást biðja heilhugað, so at tað verður ein tráan, sum nemur anda tín og Gud. Minst bara til, at bønarsvarið verður tikið ímóti í andanum, áðrenn tú sært tað í tí fysisku verðini.
Viðhvørt kunnu vit biðja eina serliga bøn, og vit hugsa samstundis, at tað finst einki svar upp á hesa bøn, tí fólkini, sum vit skuldu spyrja, hví viðurskiftini í okkara unga lívi vóru so og so, tey eru deyð. So sláa vit okkum til tols, at hesar bønir verða ósvaraðar, tí tær eru bidnar ov seint. Tey, sum kundu givið okkum bønarsvarið, eru deyð, og tí er tað púra ógjørligt hjá okkum at fáa nakað svar.
Lat meg siga tær, tað er ikki ov seint. Ikki avmarka Gud! Einki er ógjørligt hjá honum! Hann kennir endan á søguni, áðrenn hendingin nakrantíð er byrjað. Hann sær, at tað fara at vera fólk, sum fara at biðja so inniliga um eitt svar, og tí ger hann eisini møguleikar fyri, at tey fáa svarið.
Minst til, at bønarsvarið er ávegis til tín, annaðhvørt tað er av andaligum slagi ella okkurt materielt, tú biður um. Trúgv bara, at tú hevur fingið tað, so skal tað vera tær fyri. Hetta er ikki minst galdandi, tá ið tú biður um frelsu fyri tíni børn ella barnabørn. Viðhvørt kunnu ár ganga, áðrenn bønarsvarið kemur. Hesa tíðina er bara eitt at gera, halt fast í Guds lyfti.
Viðhvørt kann vegurin til frelsu vera langur hjá mongum menniskjum. Tey hava forherðað seg. Tey vilja ikki vita av Gudi, ella tey mugu ganga ígjøgnum kreppur og torfør ting, áðrenn Gud fær boygt hjarta teirra.
Ofta eru forbiðjararnir farnir heim til himmals uttan at síggja, at lyftini eru uppfylt. Men lyftini kunnu ikki svíkja. Gud hevur altíð ein veg, og hann vinnur at enda. Vit mugu bara prísa og takka honum, at vit merkja, at bønarsvarið er komið í okkara anda, og at tað fer at ganga út. Ofta mugu fleiri brikkar í hesari materialistisku verðini falla upp á pláss, áðrenn bønarsvarið gongur út. Tað einasta, eg kann siga eftir at hava fingið bønarsvør í túsundatali, er: „Túsund takk, Jesus, tú ert bara góður!“
Jan Hanvold – Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

