Prestur hjá teimum ið ikki ganga i kirkju 2:8
„Og Jesus svaraði og segði við teir: »Ikki tarvast teimum frísku lækna, men teimum, ið ilt hava.“
Luk.5,31
2. Fyri einum ári síðani var eg eina prædikuferð í Oslo. Seint eitt leygarkvøld spákaði eg oman eftir Karl Johan. Tá gjørdist eg skelkaður. Har var fult av vesturafrikanskum skøkjum allan vegin, líka oman til slottið. Eg nevndi hetta við ein fyristøðumann, og hann svaraði: “Johannes, tú skuldi ansa betur eftir tær, so tú ikki verður sæddur saman við slíkum fólkum.
“Eg hugsi, at Jesus hevði verið har,” svaraði eg, “tí hann var ikki bara saman við teimum frísku, men hann leitaði upp tey sjúku. Soleiðis er tann Jesus, sum eg kenni.”
Eg plagi at ganga gjøgnum gøturnar í Stockholm. Stockholm er jú mín býur, og øll fólkini har eru í mínari samkomu. Tað er bara tað, at tey vita tað ikki enn. Eg plagi at fara yvir á busssteðgistaðið, og so veittri eg og sigi: “Hey, hey!”
“Kennast vit?” spyrja tey so.
“Nei,” sigi eg, “fyri tað fyrsta eri eg eysturríkari, og tí heilsi eg upp á fólk, og fyri tað næsta eri eg kristin og prestur, og fyri tað triðja eri eg tín prestur.”
“So! Men eg gangi ikki í nakrari kirkju!”
“Nei, men nú má eg heldur greiða tær frá tí.” Og so eru vit við evnið.
Eg fór oman í handilsmiðstøðina. Har eru altíð so nógvir muslimar. “Eg eri prestur og trúboðari, og eg skal til Afrika at prædika fyri muslimum. Hvørji klæði halda tit, at eg skal fara í?” rópti eg. Á, sum teir løgdu alla sál sína í at hjálpa mær. “Halda tit, at muslimarnir fara at taka ímóti mær?”
“Ja, so avgjørt,” siga teir.
Og næstu ferð eg kom oman í handilsmiðstøðina, komu allir rennandi: “Nú trúboðarin, gekst tað væl hjá tær?”
Edvard Poulsen

