Veðurtíðindi úr himli

Tí at sonur Guðs, Kristus Jesus, sum tykkara millum er prædikaður av okkum, av mær og Silvanusi og Timoteusi, var ikki bæði ja og nei, men ja er tað vorðið í honum. Tí at so mangar sum Guðs fyrijáttanir eru, í honum hava tær ja sítt, og fáa tí eisini við honum amen sítt, Guði til æru við okkum.
2.Kor.1,19-20

 

Evangeliið er sum himmalska sólskinið. Rættvísissólin reis á Golgata, meðan “regnið” kom, tá ið Andin varð útheltur á hvítusunnudegi. Ælabogin vitnar um, at øll Guds lyfti hava fingið sítt ja í Jesusi, og at Gud ikki longur er vreiður inn á okkum, tí vreiðin rakti Jesus í staðin fyri.
e.c. Ums.