Bønin var ikki ógjørlig

„Áðrenn tey kalla, skal Eg svara, og meðan tey enn tala, skal Eg hoyra. “
Jes.65,24

 

 

 

Einaferð fyrst í 1960-árunum var tað ein maður, sum búði í Tamba í Florida. Henda serliga dagin var hann farin oman á flogvøllin, tí konan og teirra fýra børn skuldu koma heim aftur úr Chicago um eina lítla løtu.

 

Tá ið hann stendur uttan fyri lúkuna, har tey selja ferðaseðlar, verður rópt, at flogfarið er niðurdottið, og øll ferðafólkini hava latið lív. Hann stóð sum steinrunnin, men so fall hann á knæ og fór at rópa á Gud: „Harri, nú mást tú hjálpa mær á ein ella annan hátt.“

 

Har var stúgvandi fult av fólki, men líka legði hann í. Hann útoysti sítt særda hjarta fyri Harranum. Fólkini stóðu og stardu at honum, og teimum tókti so hjartaliga synd í honum, men øll hugsaðu: „Handa bønin er komin ov seint. Tey eru deyð, har er einki at gera.“

 

Men bíða nú. So verður navn hansara rópt upp, og hann verður biðin at koma til telefonina. Tá er tað kona hansara, sum sigur, at bilurin bleiv í ólagi á veg til flogvøllin, og tey blivu tí ov sein, men tey fóru at koma seinni henda sama dag.

 

Vit liva í tíðini, men Gud livir í ævinleikanum. Hann visti longu, hvat ið fór at henda, at eitt av børnum hansara fór at rópa um hjálp, og tí skipaði Hann tað so, at bilurin steðgaði, og tey blivu ov sein til hatta flogfarið.

 

Eitt av lyftum Hansara er: „Áður enn teir hava kallað, man eg svara, bønhoyra teir, áður enn orðið er talað.“ Jes. 65,24.
Effie Campbell