Broytingin má koma innanífrá

„Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera – Eg skal geva tykkum hvílu! Takið ok Mítt á tykkum og lærið av Mær – tí Eg eri spakførur og eyðmjúkur av hjarta – so skulu tit finna sálum tykkara hvílu! Tí ok Mítt er gagnligt, og byrði Mín er løtt.““
Matt.11,28-30

 

 

Ein kvinnuligur trúboðari kom inn til eini ensk hjún í Suðurafrika. „Hvat er tað, sum tú lærir afrikanarar?“ spurdi maðurin.

 

„Eg læri teir tað, sum evangeliið sigur,“ segði trúboðarin. „Eg vísi teimum, hvussu synd skilir okkum frá Gudi, og eg vísi teimum, hvussu Harrin Jesus doyði í okkara stað á krossinum at frelsa okkum frá syndum okkara, og um vit ikki taka ímóti hesi frelsu, koma vit ongantíð inn í Himmalin.“

 

Maðurin spurdi, hvørjar syndir hon tosaði um, og hon svaraði, at tað vóru millum aðrar at stjala, lúgva og banna og tilbiðja teir illu andarnar.

 

„Ja,“ segði maðurin, „tað er mikið gott; men tit vænta ov nógv av teimum, teir eru als ikki til reiðar at verða undirvístir í religión. Lær teir heldur at vera ærligar og at liva siðiliga, tað er alt, teir eru førir fyri at skilja. Tað fer at taka fleiri ættarlið enn, áðrenn teir kunnu fata nakað um Gud.“

 

„Tú misskilir alt, tí eingin læra er, sum kann gera teir ærligar, reinar og siðiligar. Broytingin má koma innanífrá, og tað hendir bert, tá ið Jesus kemur inn í hjartað, tí so tekur hann alla syndina burtur og gevur okkum ynski og vilja at gera hitt rætta.“

 

„Eg eri ikki religiøsur,“ segði maðurin, „eg gangi næstan ongantíð í kirkju.“

 

„Tað at ganga í kirkju og á møti er ikki tað, sum frelsir eina menniskju. Bert Jesus frelsir. Hann gav lív sítt fyri syndir okkara. Frelsan er ein gáva, um vit bara vilja taka ímóti henni, segði trúboðarin.

 

„Ja,“ helt maðurin fyri, „Jesus er so miskunnsamur. Hann man óivað fara at fyrigeva mær.“

 

„Ja, men treytin er, at tú tekur ímóti honum sum tínum persónliga Frelsara,“ segði trúboðarin. „Tú vart noyddur at giftast, áðrenn kona tín av sonnum gjørdist kona tín, og kennskapur tín til hennara frammanundan hesum kundi ikki binda tykkum saman á sama hátt sum hjúnalagið, og ein vissur kunnleiki um Jesus hjálpir tær heldur ikki. Tú mást taka ímóti honum, áðrenn hann er tín og tú hansara.“

 

Brádliga stóð alt so greitt fyri honum, og hjúnini vórðu ógvuliga rørd, tá ið trúboðarin eggjaði teimum at falla á knæ og yvirgeva seg til Jesus og bjóða honum at koma inn í hjarta sítt.

„Kirkeklokken“. – Effie Campbell umsetti