Eg fái ikki trúð …
”Og andin og brúðurin siga: »Kom!« Og tann, sum hoyrir, sigi: »Kom!« Og tann, sum tystur er, hann komi! Hvør, sum vil, hann taki lívsins vatn fyri einki!« ”
Op.22,17
Astri Weber Gelein Laurendz var vertur í sendingini „Syng med“. Hon segði nakað soleiðis:
Viðhvørt hoyrir tú fólk siga: „Eg kann ikki trúgva!“ Hatta passar ikki, hatta er ósatt. Jesus sigur: „Hvør, sum VIL, hann taki lívsins vatn fyri einki“ Opb. 22,17.
Tað er ein viljasak, og tað er ókeypis. Í Jóh. 4. kap. sigur Jesus við konuna úr Samaria, at hon skuldi biðið hann um vatn, so hevði hann givið henni tað livandi vatnið (v. 10). Víðari sigur Jesus, at vatnið, sum hann gevur, skal verða ein kelda av vatni, sum vellir fram til ævigt lív (v. 14). Jesus leggur sjálvur trúnna inn í tað mannahjartað, sum kemur og biður Jesus um at fáa hitt livandi vatnið, og viðkomandi skal ongantíð tysta aftur. Hugsa nú um hatta! Effie Campbell