Ein „flótandi livur“

“Men Jesus hugdi upp á teir og segði við teir: »Hjá monnum er hetta ógjørligt, men hjá Guði er alt gjørligt.«”
Matt. 19,26

 

Her greiðir Ludvig Karlsen, sum rak eitt arbeiði millum alkoholikarar og narkomanar í Noregi, og sum í 1983 saman við konuni setti „Evangeliesentret“ á stovn, frá lívi sínum. Ludvig fór heim til Harran í 2004:

Vit fingu ein mann inn á Sentrið. Hann kallaðist Arni. Hann hevði verið á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo, og har hevði hann fingið at vita, at hann hevði bara nakrar dagar eftir at liva í, tí livurin var „flótandi“, sum teir kallaðu tað, tí hann hevði verið misnýtari í mong ár.

So fór hann til Rúsdrekkasøluna og stillaði seg í bíðirøðina, tí nú kundi alt gera tað sama. Nú ætlaði hann sær at brúka sínar seinastu krónur at keypa sprutt fyri, so hann fekk drukkið seg í hel. Tá tosaði Gud við eina eldri kvinnu, sum kom gangandi framvið: „Far og sig við handa mannin, at eg kann geva honum eitt nýtt lív.“

Konan fór yvir til Arna og skumpaði undir hann og segði: „Tú skalt ikki standa her og keypa alkohol. Far niðan á Evangeliesentrið, har hjálpa tey slíkum sum tær.“ Hon tosaði við slíkum myndugleika, at hann tordi ikki at mótmæla. So bað hon um ein bil og bað hýruvognsstjóran síggja til, at maðurin kom inn á Sentrið.

Har segði hann sína søgu, tók pappírið frá Ríkissjúkrahúsinum upp og vísti mær tað. „Ja, men hann, sum avger okkara dagatal, býr ikki á Ríkissjúkrahúsinum. Hann býr hægri uppi,“ segði eg og peikaði upp móti loftinum. Hann kendi als einki til kristindóm og helt, at eg meinti, at hann búði uppi á loftinum hjá okkum. Hann skilti ikki, at eg meinti Gud í Himlinum. Eg fór so upp á loft at biðja, og tá ið eg kom niður aftur, hevði eg eitt orð frá Gudi við til hansara: „Harrin sigur, at tú skalt als ikki doyggja, tú skalt verða settur í frælsi og fáa loyvi at liva.“

Hann kom so við á eitt lítið vekingarmøti. Biðið varð fyri honum, og hann varð salvaður við olju, og hann varð grøddur í tí løtuni. Fjúrtan dagar seinni fór hann á Ríkissjúkrahúsið at taka røntgenmyndir. Tey skiltu einki. Navn og persónstal vóru bein; men røntgenmyndirnar vístu nú, at livurin á manninum var frísk. „Ja, tí Jesus hevur grøtt meg,“ vitnaði Arni. Effie Campbell umsetti