Ein vitnisburður frá krígsárunum

”Men eg seti mítt álit til tín, Harri, eg sigi: Tú ert Guð mín! ”
Salme 31,15

 

Svein Lindset, sum er bønarleiðari á Visjon Norge, vitnaði nú eitt kvøldið:

„Abbi bleiv tikin undir krígnum, tí hann hevði fjalt fólk úr mótstøðurørsluni í hoyggjhúsi sínum. Hann varð settur í eitt varðhald í Møllergata 19. Einir tríggir aðrir vóru eisini inni í sama rúminum. Har stóð eitt træborð, og fangar, sum høvdu verið í hesum rúmi, høvdu grivið ymiskt niður í borðið.

Abbi var trúgvandi maður, hann var djarvur og fjaldi ikki trúgv sína. Hann bað borðbøn og tosaði opið um trúgv sína. Tað vóru ikki allir, sum vóru samdir við hann. Fangarnir høvdu hvør sítt krúss og eina skeið. Krússið varð brúkt til suppu og te. Tvørtur um borðið hevði abbi sæð, at okkurt var grivið niðurí, men hann dugdi ikki at lesa, hvat ið har stóð. Borðið var skitið og plettut av tevatni. Heldur ikki var lætt at grava við einari teskeið, so tað var ikki løgið, at tað var heldur ólesandi. Men so ein dagin hevði abbi loyst gátuna. Har stóð: „Eg seti mítt álit til tín, Harri.“ (Sálm. 31,15).

Ein dagin varð ein nýggjur fangi skumpaður inn í henda klivan. Hann var mótstøðumaður, tí varð hann tikin. Men hann var eisini gudloysingur, ateist. Dagin eftir varð hann tikin til forhoyr. Hann visti, at teir fóru at pína seg og fara ógvisliga fram, tí hann hevði gjørt av, at hann vildi ikki slatra ella siga, hvør annar var í mótstøðubólkinum.

Tá ið hann var farin út um hurðina, sigur abbin: „Nú mugu vit fara í bøn fyri hann.“ Teir fullu so á knæ, og abbin sigur: „Eg seti mítt álit til tín, Harri,“ og síðani bað hann fyri manninum. Hetta gjørdi hann tríggjar ferðir. Uttan fyri dyrnar stóð fangavørðurin við koyrli og skuldi sláa neyðardýrið. Hann rætti armin upp, men fekk ikki sligið. Armurin peiggjaði bara beint upp í loft. Hann tók armin niður og royndi tvær ferðir afturat, men sama skilið. So rendi hann mannin inn aftur í klivan.

Har fekk hesin gudloysingurin at vita, at vinmenninir høvdu biðið fyri sær og játta trúgv sína á Gud við hesum skriftstaðnum: „Eg seti mítt álit til tín, Harri.“ Tá fall hann niður á síni knø og gav seg yvir til Harran og bleiv herliga frelstur. Stutt eftir kom frælsi, tí hetta var í 1945.
Effie Campbell