Eitt beinrakið svar
”Bragdið og kennið, at góður er Harrin! Sælur er maður, ið á hann lítur. ”
Sálmur 34,9
Ein kristin drongur varð ofta argaður av vinmonnum sínum, av tí at hann var á møti hvønn sunnudag. ”Tað er ikki neyðugt,” søgdu teir við hann, ”tey siga jú tað sama viku eftir viku.”
”Tað er satt, men sjálvt um eg veit, hvussu breyð smakkar, má eg eta tað hvønn dag fyri at halda likam mítt livandi. Guds orð er breyðið hjá sálini, tað má eg eisini eta hvønn dag, um eg vil halda sál mína livandi.”
Etur tú Guds breyð hvønn dag?
E.C