Eldhugin hjá sálarvinnaranum 4:5
Sálarvinning má gerast eldhugin hjá meinigheitini
„Og hann segði við øll: »Vil onkur fylgja mær, tá skal hann avnokta sjálvan seg og taka upp kross sín dagliga og fylgja mær. “
Luk.9,23
Aril Edvardsen
Vit mugu út at halda útimøti og ikki bara syngja og spæla, men eisini býta út traktatir til allar áhoyrararnar. Á torgunum í øllum býum mugu vit seta upp okkara sølubásar við evangeliserandi bókmentum, og bjóða fólki okkara bøkur, bløð og bóklingar.
Vit mugu fara frá heimi til heim og selja bøkur, býta út traktatir og samtala við sálirnar. Vit mugu taka lut við vitnisburði og sangi, í sunnudagsskúlanum, á útipostum og nýbyrjanarplássunum. Eg fati ikki, at trúgvandi menn og kvinnur kunnu sita hendur í favn og ikki gera peningsverk í einari meinigheit, meðan økini uttanum eingi møti hava.
Síggja tey ikki avbjóðingina? Eru tey deyð innan? Hvat skulu tey svara Jesusi á dómadegi? Eiga tey ikki neyð fyri teimum glataðu? Hava tey ongan neista av glóðini og eldinum hjá einum sálarvinnara? Eiga tey eingi tár at gráta við fyri teimum, sum glatast? Skilja tey ikki, at evangeliið er tað einasta, sum kann bjarga sálunum frá einum ævigum helviti? Leggja tey einki petti í, at fólk verða æviga glatað? Eru tey fullkomiliga tømd fyri Jesu kærleika til allar syndarar?
Skammast vit ikki, av tí at vit vitna so lítið um Jesus? Rodna vit ikki, av tí at økini uttan um okkum liggja sum ódyrkað lendi, uttan møtir og kristiligt virksemi? Eru vit ikki forskammað og lot, av tí at heimini og sethúsabýlingarnir ongantíð fáa vitjan frá okkum, sum hava evangeliið? Eru tað bara duraseljarar, Jehovas Vitni og mormonar, sum skulu vitja tey túsund heimini? Heim í túsundatali bíða eisini eftir, at Jesu lærusveinar skulu koma: Tey bíða eftir prestum, fyristøðumonnum, evangelistum, elstabrøðrum og limunum í kristnum meinigheitum.
Børn og ungdómar í heimunum bíða eftir vitnisburðinum frá livandi og brennandi kristnum ungdómum. Kemur tú ikki við út til teirra við evangeliinum? Bara tey, sum hava verið sálarvinnarar her heima, hava loyvi at hugsa um at fara út á trúboðaraakurin. At vinna sálir heima og úti má gerast eldhugin í meinigheitini.
Jesus – heimsins størsti sálarvinnari
Eingin var ein slíkur sálarvinnari sum Jesus. Hann er okkara fyridømi. Hann fór á húsavitjan, hann helt stór møtir, og hann tosaði við hin einstaka.
Á ferð síni dag um dag, eftir vegunum, í býunum, á gøtunum og í heimunum, var Jesus ein sálarvinnari.
Hann vitnaði fyri sámariukvinnuni við brunnin, fyri tí blindfødda í Jerusalem, fyri Nikodemusi um náttina, fyri einum ríkum unglinga á vegnum, fyri mannfjøldunum við vatnið, og fyri fólki í túsundatali í oyðimørkini.
Alt lív og virki hansara snúði seg um at vinna sálir. Øll vit, sum trúgva á hann, hava skyldu at gerast hansara eftirfylgjarar.
Edvard Poulsen

