Fangi hjá russum

„Eg eygu míni hevji til fjallanna upp, hvaðani kemur mín hjálp? Hjálp mín frá Harranum kemur, skapara himmals og jarðar. “
Sálmur 121, 1-2

 

Hendingin, sum eg skal greiða frá, fór fram í desember 1945. Eg var í einari russiskari fangalegu. Arbeiðsbataljónin var komin aftur til leguna eftir tungt dagsarbeiði.

 

Tá hoyrdust bannan og skríggjan uttanfyri. Allir skuldu stilla upp aftur! Í endaleysum røðum marsjeraðu fangarnir út í ta sibirisku náttina. Kavin feyk ísakaldur rundan um okkum. Hvar skuldu vit? Eingin visti.

 

Tá ið vit høvdu gingið í ein tíma, kom fangadeildin til áarbakkan. Har lógu stórir stáplar av viðarbulum. Hetta vóru blonk bjarkartrø, sum vóru floytt eftir ánni um summarið. Hesir træbular skuldu nú berast aftur til leguna. Teinurin var átta kilometrar. Aftur hoyrdust bannan og skríggjan, til allir høvdu hvør sín træbul.

 

Sum ein av teimum seinastu átti eg at enda tørn, skrivar Hans Riesche, sum sigur frá hesi hendingini. Kanska var tað tí, at hinir høvdu valt sær teir minnu viðarbularnar, kanska var tað tí, at teir ætlaðu at geva mær, sum var høgur av vøkstri, eina størri byrðu. Eg fekk ið hvussu er ein træbul, sum var bæði tungur og tjúkkur.

Deyðagivin, ísakaldur og svangur sum eg var, noyddist eg at bera henda óskotliga, blýtunga farmin niðan gjøgnum eina bratta brekku beint ímóti storminum – tað var púra ógjørligt!

 

Men eg mátti sleppa mær avstað. Tann, sum kom til leguna við ongum viðarbuli, endaði í kasjottini! Og kasjottin merkti, at tú fekst hálva matransón, revsiarbeiði og mátti sova í einum bumbuskýli undir jørð, sum ongan hita hevði. Kasjottin var tað sama sum deyðin.

 

Á skinklandi fótum gekk eg eitt petti frameftir. Tað var kolandi stormur, hann ýldi og pískaði kavan í andlitið á mær. Viðarbulurin lá so tungur á økslini, sum var sár og píndi illa. Eg steðgaði og hugdi uttan um meg. Var eingin her, sum kundi hjálpa? Eingin. Einki. Her var bara fúkandi kavi, súsandi vindur og so tætt myrkur, at tú einki hómaði. Henda vónleysa kenslan av máttloysi var um at spreingja bringuna á mær. Frá mínum hjartadýpi kom eitt langt, hásmælt skríggj, fult av sálarkvøl: “Gud í himlinum, hjálp! Ger krossin lættari fyri meg!”

 

Aftur fór eg sløðrandi eitt petti víðari. Har! Framman fyri meg stóð eitt myrkt skepilsi, og ringt er at greiða frá útsjóndini. Eg ætlaði mær at rópa á henda skuggan; men stormurin køvdi orðini. Men nú hendi tað undursama: Hin ókendi treiv um træbulin og lyfti hann upp á øksl sína. Eg førkaði meg beinanvegin aftur til hin endan. Við sameindari styrki bóru vit nú byrðuna. Sum træið brádliga var vorðið lætt!

 

Hesin fremmandi fór fetandi avstað, júst fýra fet framman fyri meg, og tó tóktist hann sum ein óveruligur skuggi í brúsinum av hesum veldigu náttúrukreftunum, sum leikaðu í. Við javnari ferð gekk tað niðan gjøgnum brekkuna. Eg mátti krøkja meg fastan í træbulin, so eg ikki skuldi fara av fótum. Hin maðurin hugdi ikki aftur um seg. Hann bara dró meg við!

 

Eg hevði óivað vilst á tí stóru fløtuni; men hesin fremmandi fetaði fast og trygt framá gjøgnum náttarmyrkrið. Allur mín ótti og veikleiki var burtur og gloymdur, og í stórum áliti fylgdi eg honum, sum gekk á odda. Tað var eins og hansara kraft fór ígjøgnum træbulin og inn í meg og læt føtur mína í hesum kloddutu filtstivlunum feta frítt út. Hansara breiða bak lívdi fyri vindinum og vardi meg móti kavarokinum. Eg var heilt tryggur aftan fyri hann.

 

Vit hómaðu longu tann høga rimagarðin framman fyri okkum, og har lá eisini ein stórur viðarstápul. Sami stápul, sum fyrr hevði ligið við áarbakan, var nú her, átta kilometrar burturi, sleipaður higar í tí sibirisku vetrarnáttini. Trý túsund ónevnd skuggaskapilsir høvdu sleipað hann. Vit blakaðu træbulin niður, og eg kvikaði mær yvir at takka hesum fremmanda. Tá var hann longu horvin, blivin burtur í myrkrinum. Eg skimaðist í allar ættir; men eingin var at síggja. Var hetta ein av okkara egnu? Ella ein vaktarmaður? Kanska ein russiskur borgari við stórari samkenslu? Ella ein eingil? Eg visti ikki. Men eitt visti eg við vissu: Gud sjálvur hevði sent hann. Hann hevði hoyrt bøn mína, tá ið eg var í djúpastu neyð, og hann hevði í sínari ævigu góðsku hjálpt mær.

Effie Campbell umsetti