Føddur av nýggjum
”Jesus svaraði og segði við hann: »Sanniliga, sanniliga sigi eg tær: Eingin kann síggja Guðs ríki, uttan hann verður føddur av nýggjum.« ”
Jóh.3,3
Skilir tú hesa Jesu talu um at verða føddur av nýggjum? Hin skriftlærdi Nikodemus skilti hetta ikki, tá ið Jesus segði tað við hann.
Likam okkara kann ikki verða føtt aftur. Men okkara innara menniskja – okkara andslív kann verða endurføtt. Eitt nýtt menniskja kann verða føtt í okkum. Og hetta er neyðugt, fyri at vit kunnu koma í Guds ríki. Vit kunnu ikki sjálv skapa hesa endurføðing. Eins og vit fingu lívsins gávu við endurføðing okkara. Okkara vit kann ikki skilja hetta; tí vil tann, sum ikki er endurføddur, altíð standa spyrjandi viðvíkjandi hesum, meðan hin endurføddi ásannar endurføðing sína. Hann ásannar hetta nýggja lívið í sær og eina nýggja kraft; hann hevur so ikki meira at spyrja um, men livir sum eitt nýtt menniskja – ikki sum eitt lýtaleyst menniskja og eitt fullkomið menniskja, tí tað kunnu vit ikki – men sum eitt menniskja, ið veksur meira og meira í hesum nýggja lívi til tað verður fullvaksið í Guds anda, sigur Jesus.
Gud hevur endurføtt teg í dópi tínum við vatni og anda. Tá komst tú í samfelag við Gud. Tá byrjaði Heilagi Andin sín góða gerning í tær. Tú gjørdist limur í Guds ríki, og tú gjørdist barn og arvingi hjá Gudi faðiri; tú vart doyptur til at fáa lut í Kristi frelsunarverki á Golgata – tí verki, sum varð útint fyri syndarar allar. Við dópinum fekst tú barnarætt hjá Gudi. Við dópinum fekst tú Heilaga Andans gávu.
Men dópsins gáva og rættur eru bert at gagni, um tú trýrt. Dópurin gav tær barnarætt, men trúgvin gevur tær barnakor hjá Gudi.
Fyri at eiga ævigt lív í Guds ríki, mást tú verða doyptur og trúgva á Guds einborna son. Títt æviga lív er treytað av tíni trúgv.
Men ert tú enn so illa staddur, at tú ikki eigur trúgv, so vil Guds Heilagi Andi leiða teg til trúgv, og hann vil hoyra bønir tínar um umvending. Hann vil, at tú skalt kunna ásanna andans gávu í dópi tínum og gjøgnum endurføðing tína kunna síggja Guds ríki.
n.