Frá barnsbeini av
Tað hava verið mangar løtur, har eg havi øvunda teimum, sum ikki hava livað eitt lív nær at Gudi, men síðani venda um, tá tey eru vorðin vaksin. Vit hava nokk øll hoyrt vitnisburðar um onkran, sum hevur livað langt burtur frá Gudi alt sítt lív, men so kemur Gud inn í lívið og lívið broytist. Kraftin í Guds orði verður so týðilig ígjøgnum ein slíkan vitnisburð. Man hevði kanska hugsað sær at havt ein so sterkan vitnisburð – sæð útifrá. Men øvundin er púra burturvið. Tí tey, sum hava livað burturfrá Gudi meginpartin av lívið sínum og livað ímóti Guds orði og vilja, vildu heilt sikkurt gjørt alt fyri at gjørt tað um. Ofta kunnu vit misskilja boðskapin í vitnisburðinum. Tað var ikki lívið burtur frá Gudi, sum gav honum gleði og broytti hansara lív. Nei, tað var Guds orð, sum møtti honum, meðan hann var langt burtur frá Gudi og hevði kraft til at broyta hansara lív.
Júst tað sama orðið hava vit atgongd til. Eg havi enntá kent tað, líka síðani eg var heilt lítil. Guds orð hevur verið við til at vart meg frá at villast av hansara leið. Orðið hevur givið mær vísdóm til frelsu og hjálpt mær at voksið í trúnni og givið mær eitt persónligt samband við mín himmalska pápa.
Okkara vitnisburður er eisini kraftmikil. Tað er ein vitnisburður um, hvat Gud og Guds orð hava vart okkum frá – mistøk og pínu, vit eru sloppin undan, tí at vit hava hoyrt Guds orð frá barnsbeini av.
Sanniliga eru allir vitnisburðar kraftmiklir, tí onki er av okkum sjálvum, vit kunnu ikki taka æruna fyri nakað. Tað er eina Gud og hansara kraft.