Gávan yvir øllum gávum
”Men tøkk veri Guði, sum gevur okkum sigurin við harra várum, Jesusi Kristi! ”
1.Kor.15,57
Jesus kom til hesa jørð við einum kalli, nevniliga at sigra á synd, deyða, djevli, illu andunum og ævigari glatan.
Tað gjørdi hann á Golgata krossi. Hann staðfesti tað sunnumorgun, har hann, Jesus, eftir at hava goldið fyri allar syndir, reis upp frá teimum deyðu. Hjá øllum, sum trúgva á Jesus er sigurin vunnin – eina ferð fyri allar. Uttan mun til okkara umstøður, so áttu vit at glett okkum, tí „vit vita, at Kristus, vaktur upp frá deyðum, doyr ikki meir; deyðin hevur ikki longur vald á honum.“ (Róm. 6,9)
Men tað endar ikki har. Tvørturímóti! Veruleikin er tann, at har byrjar tað hjá tær og mær, sum trúgva á Jesus, sambært 1. Kor. 15,57: „Men tøkk veri Gudi, sum gevur okkum sigurin við harra várum, Jesusi Kristi!“
Jesu sigur er tín sigur – og mín! Takk Jesus! Effie Campbell umsetti.